Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øðrvísi kvinnudagur í Fuglafirði

Helgi Abrahamsen

Í sambandi við at tað í ár eru liðin 100 ár síðani kvinnur í Føroyum fingu valrætt, skipar Fuglafjarðar kommuna, saman við millum øðrum Ribarhúsi og Mentanarhúsinum, fyri einum øðrvísi kvinnudegi tann 8. mars.

“Tiltakið verður í Ribarhúsi í Fuglafirði, og ljós verður serliga varpað á støðuna hjá útlendskum kvinnum í Føroyum,” sigur Brynhild Næs Petersen, ið er ein av stigtakarunum til tiltakið.

Nógv stutt innsløg

Tiltakið byrjar kl. 19:30 og á skránni verða nógv stutt innsløg.

“Ætlanin er ikki at hetta skal vera eitt seminar, men tað skal heldur vera nøkur tankastrok,” sigur Brynhild Næs Petersen.

“8. mars-haldini eru blivin nokkso akademisk, og vit royna við hesum at gera tað meira gerandisligt,” sigur hon.

Kundu gjørt meira fyri tilflytarar

Spurd hví tey hava valt at viðgera støðuna hjá útlendskum kvinnum, sigur Brynhild, at hon vil ikki siga at ov lítið verður gjørt á hesum øki, men vit kundu gjørt nógv meira.

“Tað virkar sum at hetta málsøkið er ikki politiskt plaserað nakrastaðni,” sigur hon.

Føroyskt og enskt

Størsti parturin av innsløgunum verður á føroyskum, men eitt innslag verður á enskum.

“Vit fara ikki at tulka orð fyri orð, men ein samandráttur á enskum verður gjørdur aftaná hvørt innslagið, sum er á føroyskum, og á føroyskum, tá innslagið er á enskum,” sigur Brynhild Næs Petersen.

Sjálv skráin varar í tveir tímar, og aftaná er møguleiki at hugna sær við einum “kaffidussi”, sum tað eitur í Fuglafirði.

Tiltakið er ókeypis og menn eru eisini vælkomnir at vera við.

Fyribilsskrá:

Kl. 19.30
Vælkomugóðbitar og mentanarleiðarin í Fuglafjarðar Kommunu, Rønn Eliasen, bjóðar vælkomin.
– Refreshments and welcome by Rønn Eliasen, Secretary of Cultural Affairs for Fuglafjørður municipality

Kl. 19.40
Eyð Matras sjónleikari – at møta tí ókenda
– Actor Eyð Matras: Meeting the unknown

Kl. 19.50
Runa Preeti Høgnesen, Ph.d. granskari innan tvørtjóðað hjúnarbond og kyn – framløga um viðurkenning
– Runa Preeti Høgnesen, Ph.D. in intercultural marriages and gender, a presentation on recognition

Kl. 20.20
Fióltónar við Moniku Stauss Joensen og Lív Hansen
– Monika Stauss Joensen og Lív Hansen, violin music

Kl. 20.25
Prime Højgaard úr Runavík/Filipsoyggjunum hugleiðir
– Musings by Prime Højgaard from Runavík, originally from the Philippines

Kl. 20.35
Siri Tórgarð: Hvat kunnu tú og eg gera? Um inklusión í gerandisdegnum
– Siri Tórgarð: What can we as individuals do? On everyday inclusion

Kl. 20.45
Orðið er frítt
– Open debate

Kl. 20.55
Fióltónar við Moniku Stauss og Lív Hansen
– Monika Stauss Joensen og Lív Hansen, violin music

Kl. 21.00
Sambinding – eitt nýtt integratiónsátak í Runavík og Havn har tilflytarar og “innfødd” í Føroyum hittast. Sambinding er skipað í samstarvi millum Reyða Kross, stigtakarnar aftanfyri ”Hvussu kunnu vit hjálpa?” og Bókasavnið við Løkin og Býarbókasavnið í Havn. Umboð fyri Reyða Kross kemur at greiða frá, hvat Sambinding er.
– Intertwining – a new integration campaign in Runavík and Tórshavn for both newcomers and natives of the Faroes to get together. Intertwining is a collaborative effort between the libraries in Runavík and Tórshavn, Faroese Red Cross and “Hvussu kunnu vit hjálpa”. A representative from Faroese Red Cross will talk about the intertwining events

Kl. 21.15
Marjun Lómaklett prestur hugleiður
– Musings by pastor Marjun Lómaklett

Kl. 21.30
Kaffidussur, kaka og prát uppi á Ribarslofti. Øll eru vælkomin at verða verandi
– Refreshments and chats upstairs at Ribarhús. Everybody is welcome to stay on