Leygarkvøldið 14. februar kl. 21:00 verður ein serlig løta í BETESDA við sangi, skemti, talu og samveru fyri ung og eldri, har vit syngja felagssangir og fáa framførslur, so sum vit minnast tað frá ungdómsmøtunum í 80’unum.

Leitað verður aftur í tíðina við felagssangi undir leiðslu av John Færø, Pætur við Keldu, Torkil Mørkøre, Dávur Johannesen og øðrum.
Eisini verða stutt filmsbrot sýnd frá ungdómsmøtum, útitiltøkum o.ø. frá sama tíðarskeiði, og vit skemta okkum saman við “The Blackwood Brothers”, sum settu sín serliga dám á ungdómslívið í Betesda um ta tíðina. Millum teir, sum manna bólkin leygarkvøldið, kunnu nevnast, John William Joensen, Harley Bertholdsen, Karl Martin Klein, Ásmund Petersen, Jan Andreasen og aðrir, og harumframt verða tveir væl kendir gestasangarar við hesaferð.
Steinbjørn O. Jacobsen ferð at hugleiða og hava ein evangeliskan boðskap.
Endað verður við hugnaligari samveru við kaffi, te og triflu.
Øll eru hjartaliga vælkomin