KÍ var klárt betra liðið á Skála, men Skála fekk einasta málið og vann.
KÍ var klárt betra liðið á Skála, men Skála fekk einasta málið og vann.
Í fyrra hálvleiki vóru ikki nógvir málmøguleikar. Skála kom á odda 1-0 eftir frísparksstøðu, har Teitur Joensen skallaði bóltin í málið. KÍ var nær við nakrar ferðir eftir innlegg.
Í seinna hálvleiki setti KÍ seg tungt á dystin. Onkrir stórir málmøguleikar komu og nógvar støður og hálvir málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Skála fekk størsta málmøguleikan og sín næsta í dystinum, men Brian Jakobsen skeyt langt uppum.
Endaliga úrslitið gjørdist 1-0 til Skála, sum als ikki var í samsvar við dystargongdina, men í fótbólti telja málini og á tí økinum var Skála betri.


