Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Offensiv og ósmæðin framsókn á Norður-Atlantsbryggjuni

Virgar T Dalsgaard

Síðsta hóskvøld vórðu sakleysir útisetar stevndir til eina sera løgna seancu í teimum officiellu sendihølunum hjá Tí føroysku Umboðsstovuni í Kjøpinhavn. Tað kuriøsa tiltakið var lýst á suðuroyarmáli sum eitt sonevnt “TÓRS-kvøld” til frama fyri Tórshavnar kommunu, har man beinleið is loyvdi sær at missionera fyri, at útisetar skuldu koma “heim til HAVNAR”.

Síðsta hóskvøld vórðu sakleysir útisetar stevndir til eina sera løgna seancu í teimum officiellu sendihølunum hjá Tí føroysku Umboðsstovuni í Kjøpinhavn.

Tað kuriøsa tiltakið var lýst á suðuroyarmáli sum eitt sonevnt “TÓRS-kvøld” til frama fyri Tórshavnar kommunu, har man beinleið is loyvdi sær at missionera fyri, at útisetar skuldu koma “heim til HAVNAR”.

Fundurin var altso eitt opinlýst politiskt socialt vekilsismøti til frama fyri kommunalar interessur í Havn.

Størsti parturin av fundarfólkinum vóru undir 40 ár og óreflekteraður ungdómur er ofta lættur at forføra. Man slapp ikki at stilla spurningar beinleiðis til teir agitatorisku missionerarnar. Man skuldi brúka telefon – tað virkaði sum kyrrandi manipulatión!

So hvørt sum kvøldið leið, fekk møtið meira og meira “pseudo-religiøsan” dám, tá ið ikki færri enn tríggjar braneggjaðar suðuroyarkonur á rað komu til mikrofonina og vitnaðu euforiskt um, hvussu ljósareytt, problemfrítt og fantastiskt alt var í Havn.

– Aftaná hesa bizarru skammrósing frá emigrantum úr Suduroy, mátti man fáa djúpa samkenslu við øllum teimum, sum ikki búgva Í Havn.

Henda kritikkleysa og primitiva lovprísingin av allari Suðurstreymoy, serliga sunnanfyri Hórisgøtu, virkaði eitt sindur lágkomisk eftirsum hon var trúttað niður í fundarfjøldina á gellandi suðuroyarmáli.

Tó skal sigast, at tann eini suðuroyarprofeturin – tað var borgmeistarin, frúgvin Annika Olsen sjálv, – royndi eftir førimuni at úttala fleiri orð á norðanmáli, men tann eksklusiva hybrid-dialektin, hon hevði funnið sær, hevði slett einki við havnarmál at gera, og sjálvur máltónin kundi heldur ikki krógva, at hon var ein immigreraður vágbingur, sum bara stóð og keipaði sær.

Tað undradi nógv fólk, at Havnar kommuna kundi brúka tey føroysku hølini til so privata og vulgera reklamu í staðin fyri at leiga sær heilt neutral fundarhøli aðrastaðni í Kjøpinhavn. Ella er umboðshølið ein Havnar-stovnur?

Allir føroyingar, eisini teir, sum ikki eru so útvaldir, at teir búgva í Havn, noyðast at betala tey føroysku hølini á Norður- Atlantsbryggjuni.

Hvat vitnaðu tey um?
Jú, vit fingu at vita, at bústaðarviðurskiftini í Havn vóru soleiðis, at stórt sæð allir útisetar vildu kunnu fáa býli. Eisini bleiv sagt, at tað vóru stórar ætlanir um býli, sum vóru sera bílig.

– Hetta er annars diametralt tvørtur ímóti tí, sum man annars beint nú frættir úr Havn, har tað verður sagt, at tað er sera strævið at finna nakað, sum fólk orka at betala.

Um barnastovnar varð sagt, at tað var garanti fyri, at øll fingu pláss. Annars havi eg júst í dag tosað við fólk, sum leingi hava stríðst fyri at finna pláss á einum hóskandi stovni.

Um arbeiðsmøguleikar varð sagt, at man helst vildi hava fólk, sum kundu skapa sær sítt egna arbeiðspláss, t.e. íverksetarar.

Samstundis fingu vit eina fantastiska frágreiðing og optimistiska hálovan av einum íverksetara-tiltaki í Havn, sum kallast “hugskotið”.

– Hvat hesin stovnur ikki skuldi kunna skapa av umhvørvi og møguleikum, so sum fundum, kaffidrekking, fak-debatt, innivist, telduatgongd etc. var so ævintýrligt, at fundarfjøldin sá fyri sær, hvussu fyritøkurnar og framleiðslan blomstraðu upp úr berari hellu um alla Havnina. Tað skuldu ikki vera færri enn 30 fólk, sum hvønn dag sótu og terpaðu intensiva íverkseting av alskyns projektum.

Men vit fingu kortini ikki nakað konkret at vita um, HVAT og HVAR hesar ætlaðu og stórt projekteraðu fyritøkur lógu, ella hvat tær framleiddu. Vit frættu bara, at tað var eitt øgiliga innovativt og idéríkt spríkjandi umhvørvi, har øll vóru fegin, aktiv, lukkulig og konstruktiv.

Hetta var tað haldgóða vinnu-grundarlag, man vildi bjóða útisetum og lokka teir heim til.

Endiliga loyvdi okkara FØROYSKI umboðsmadur á Bryggjuni at vælsigna tiltakið við føgrum, um enn heldur varligum orðum.

Tað hevði klætt honum at tagt og ikki sum føroyskur umboðsmaður opinlýst favorisera eitt Tórshavnar-tiltak.

Hann er havnarmaður sjálvur – tað kann hann ikki gera við, – men hann átti sjálvandi at verið heilt neutralur eitt slíkt reklamerandi og agiterandi ANTI-BYGDA-kvøld.

Tað skal tó sigast, at røða hansara var ógvuliga stutt, og hann slapp sær næstan alt fyri eitt av fundi.

Lat útisetar fáa frið
Undir allari hesu aggressivu roynd at fáa serliga lesandi útisetar at koma til Havnar (ikki Føroyar), liggur ein implicit arroganca, sum næstan má tolkast sum ein niðurgerð og atfinning móti útisetakulturinum.

Hvat rakar tað Onniku Olsen ella kommunalar embætismenn í havn, hvar útisetar vilja búgva og arbeiða. Tað er avgjørt legitimt at dáma væl í Kjøpinhavn og at seta seg niður her fyri lívstíð.

Tað skullu politikarar yvirhøvur ikki blanda seg uppí. Teir kunnu skapa fólki møguleikar, so tey kanska kunnu fáa hug at royna seg í FØROYUM, ikki endiliga í Havn, men lat fólk sjálvi um tað!

Ikki minst tí vit føroyingar hava havt ein sera ríkan útisetakultur í Kjøpinhavn, og okkara mætasta skald, J. H. O. Djurhuus búleikaðist leingi her og treivst sera væl í “Absalons bý”, sum hann kallaði Kjøpinhavn.

Her hava livað, virkað og doyð ørgrynni av markantum føroyingum, sum nógvir liggja grivnir á Vestre kirkegård.

Nógvar av teimum bestu føroysku søgum og yrkingum eru skaptar júst her í Kjøpinhavn, so lat vera við at hálova Havnina framum útiseta-umhvørvið.

Lat okkum heldur fagna tí gróðrarríku symbiosu, sum er millum okkara tvey størstu býarsamfeløg, Havnina og Kjøpinhavn.

Dánjal Nolsøe, fyrrverandi formadur í Føroyingafelag plagdi at senda kvøðu úr Kjøpinhavn, sum Føroya næststørsta býi.

Tey, sum vilja heimaftur, mugu sleppa til Føroya, ikki endiliga til Havnar, og tað er ein háðan móti 60% av Føroya fólki at skipa fyri serligari Havnar-reklamu millum útisetar.

Endiliga finnast nógv fólk, sum hava slíka fakliga útbúgving, at tað er beinleidis hættisligt og fakliga devaluerandi hjá teimum at fara aftur til Føroya. Lat tey vera og fegnist heldur um okkara spríkjandi og livandi emigrant-kultur.

Einki av hinum Norðanlondunum liggja lúrandi og dyrgja eftir sínum emigreraðu íbúgvum í øðrum londum fyri at noyða tey heimaftur. Tey gleðast heldur um, at tað gongst teirra landsmonnum væl í útlondum.

Hvørki vágamenn,eysturoyingar, norðoyingar, sandoyingar ella suðuroyingar kunnu finna seg í, at Tórshavnar kommuna brúkar okkara umboðsstovu sum missiónshús fyri privata mobilisering av útisetum.

Heldur átti man frá politiskari síðu at gjørt tað meira lviligt á bygdum við at flytt meginpartin av almennum (oftast blokkbetaltum) stovnum út á stórbygdirnar. Tað er eingin natúrlóg, sum sigur, at Fróðskaparsetrið ella Læraraskúlin skullu liggja í Havn. Onnur dømi eru legio.

Tað síðsta groteska dømi um tað kommunalu kannibalismuna úr Havn, er, at Annika Olsen aftur er farin at gorra um flogvøll á Glyvursnesi. Hetta kavrotna neyðareggið hjá Pouli Michelsen trúði man, var uppgivið!

Tað er eitt ríkidømi fyri bæði Vágoynna og alt landið, at flúgvingin er decentraliserað. At hava flogvøll uttanfyri centrum, er tað, sum flestu (stór)býir ynskja.

Lat okkum steðga tí kommunalu kannibalismuni og brúka ALLAR Føroyar, ikki bara Suðurstreymoy!

Annars verða vit øll minni, veikari og fátækari!

Virgar T Dalsgaard