Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óførur blíðskapur á býráðnum í Havn

Norðlýsið

HT-næmingar á Tekniska Skúla á vitjan í Býráðnum og í Løgtinginum.

Týsdagin vóru næmingarnir í HT2 á vitjan í Havnini fyri at kunna seg um ymisk samfelagsviðurskifti. Vitjað var í Løgtinginum og á Býráðnum í høvuðsstaðnum.
Heðin Samuelsen, borgarstjóri, hevði sjálvur skrætt nærum heilar 2 tímar úr sínum tronga kalendara. Hartil var hann óføra gestablíður. Næmingarnir fingu kunning um hvussu Havnin eftir ætlan verður víðka og Snarskivan var vitjað.
Hóast løgtinsmenn vóru til arbeiðis, bar eisini til at fáa eitt prátt við teir. M.a. um hvussu gongur við verklagslógini um útbyggingin av skúlanum. 
Tey flestu vóru á einum máli um, at hetta var ein áhugaverdur Havnatúrur. Helst verða tað fleiri slíkir, tá ið koyrandi verður undir fjørðin.