Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ófrættakendar gitingar

John William Joensen

Málið um bert tað eina valdømið her á landi fær alt meira rúmd í fjølmiðlunum. “Eitt valdømi” sýnist á merkiligan hátt at vera vorðið radikala yvirskriftin yvir løgtingsins meira eyðmjúka ynski um at broyta valskipanina, sum landsstýrið annars arbeiðir við.

Løgtingsformaðurin er nú vorðin suverenur. Ikki bert tá nýtt løgtingshús skal byggjast, men eisini við sínum persónliga ynski um bert eitt valdømi, og hóast boðað var frá, at hann ikki hevur meiraluta aftan fyri seg í formansskapinum á tingi, so breyt hann seg fram við boðskapinum, at tá tað stendur á jøvnum í formannskapinum, so er tað hansara atkvøða, sum er avgerandi, ergo vinna Óli Breckmann og Edmund Joensen á Vilhelmi og Hergeiri. Formaðurin tekur málið í egnar hendur, tí sum hann sigur : hvørki flokkar ella samgonga kunnu semjast um eitt uppskot, og so er hetta tað rætta at gera. Veljarin kann av røttum spyrja, hvar eru tey, ið vanliga eiga at reka politikk á Føroya løgtingi, og hvar krógvar Føroya løgmaður seg í hesum lagnutíðum? Hví hevur formaðurin tikið yvir á so nógvum týðandi økjum, hetta er heldur óvanligt í føroyskum politikki.

Vaksandi umtalan í fjølmiðlunum saman við tøgnini hjá løgmanni elva sjálvandi til gitingar, og ikki er sørt, at eitt ávíst mynstur kortini fer at hómast í mjørkanum. Formaðurin hevur fingið ábreiðslur fyri at hava nýtt almennan pening til fyrireiking av nýggjum løgtingshúsum fyri 120 milj. kr. m.a. við tí í hyggju at reisa sær sjálvum ein virðiligan minnisvara.

Meira enn einaferð hevur verið gitt, at løgmaður hevur ætlanir um at stilla upp í Suðurstreymoy til komandi val, partvíst orsakað av ivasama persónliga úrslitinum til seinasta val og serliga av jánkasligu handfaringini av ymsum málum í Suðuroy seinastu setuna. Í visiónsbók løgmans, sum júst er útkomin, er heldur ikki nógv gjørt burturúr ætlanum um at menna útjaðaraøkini í landinum, har Suðuroyggin er eitt tað størsta.

Sosialurin, fyrrverandi málgagn Javnaðarfloksins, hevði herfyri umrøðu av komandi uppstilling hjá sama flokki í Suðurstreymoy, og har var Jóannes Ejdesgaard ikki nevndur. Tað kundi bent á, at í Suðurstreymoy er vorðið ov trongligt við javnaðarkandidatum og ikki rættiliga pláss fyri løgmanni á listanum, har bæði Heðin Mortensen og Helena Dam á Neystabø vóru nevnd. Tá so er, hevði “eitt valdømi” kanska komið væl við. Í sannleikans áhuga skal tó sigast, at enn hevur løgmaður ikki alment boðað frá støðu síni til spurningin um eitt valdømi.

Møguliga hava hesir báðir, formaðurin og løgmaður, tá samanum kemur, harðliga brúk fyri hvørjum øðrum, nú framtíðarlagnur skulu smíðast, tí uttan iva er tað stuttligt at vera løgmaður í nýggjum húsum og ikki minni at vera formaður fyri øllum. Livst so spyrst.

Hóast sosialurin ikki rættiliga vil leggja seg út í spurningin, um rætt er við bert einum valdømi, so tykist hugurin kortini benda tann vegin. Sum teir sjálvir siga: Hví ikki eitt valdømi? So kundu øll valt tað valevni, teimum líkar best. Norðoyingar kunnu t.d. velja Jóannes Ejdesgaard og suðuroyingar Anfinn Kallsberg. Vit vita ikki, hvat suðuroyingar siga til tilboðið, men halda okkum vita, hvat norðoyingar høvdu svarað. Somuleiðis, hvat havnarmenn høvdu sagt.

Sjálvir vildu vit mælt til, at bæði løgmaður og floksformenn sum skjótast meldaðu greitt út í hesum spurningi. Føroyskur politikkur krevur meira álvarsemi, trúvirði og gjøgnumskygni enn tað, sum lagrar út frá løgtinginum í løtuni. Tað førir bert til slíkar ófrættakendar gitingar sum at persónlig áhugamál á tingi nú viga meira enn landsins besta.