Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ófriðarskip út fyri Stykkinum – Kongur rættir ikki hond frá síðu – sendur fremsta umboð sítt á fjall í royting

John William Joensen

Tað er lítið hugaligt og ófrættakent at síggja hesi bæði terror skipini liggja 300 m úr landi út fyri Stykkinum og hótta við álopum á føroyska mentan og rættindi. At skip við slíkum ófriðarkroppum sum Sea Shepherd sleppa inn í føroyskt sjóøkið er fullkomiliga burtur við.

Tað er lítið hugaligt og ófrættakent at síggja hesi bæði terror skipini liggja 300 m úr landi út fyri Stykkinum og hótta við álopum á føroyska mentan og rættindi. At skip við slíkum ófriðakroppum sum Sea Shepherd sleppa inn í føroyskt sjóøkið er fullkomiliga burtur við.

Fyrr sendi danakongur herskip til føroya at verja føroyingar móti ófriðakroppum, men nú hava slíkir ófriðakroppar rættindi og danskt hervald er redusera til at spæla fríðhald millum føroyingar og ófriðakropparnar. Ímeðan ófriðarskip frítt hava skipað vaktarhald á øllum føroyskum firðum gongur fremsta umboð kongs – Lars Løkke – á fjalli í royting og rættir ikki hond frá síðu????


Ein facebookkjakari sum eigur myndina skrivar at um hetta er loyvt sambært lógini, so MÁ hon broytast. “….Veit, tit eru fleiri landspolitikarar, ið lesa hetta. Er tíðin ikki komin, at tit taka hetta málið upp?
Ikki minst tí, kelda okkara í SS (og hana hava vit!) so seint sum fríggjadagin boðaði frá, at málið hjá SS ikki meira er grindin, men ALIBRÚKINI!


Vælsignaðir makthavarar, vísið nú, at stirðil er í tykkum og syrgið fyri at lóggeva soleiðis, at vit fáa hesar fanarnar út um 200 fjórðingar einaferð med alla.


Vit onnur eiga og skulu gera okkara til at halda eyguni við hesum svørtkløddu ignorrantu hertøkufólkum og boða frá á røtum stað.


Lat okkum standa saman um seinasta og endaliga stríðið móti hesum idiotunum undir leiðlu av Paul Watson, Paul Thompson, Ross MacCall og Rosie Kennoke…..”

Vit eiga ikki at loypa fram av men tað er óskiljandi fyri føroyingar at hesi skip sleppa við ætlanum um atsókn at lógligum og siðbundnum grindadrápi – frítt at ferðast og skipað vaktarhald á hvørjum tanga – meðan manningarnar ganga vaktarhald – klarar til álop. 

Øll heimsins lond høvdu skilt føroyingar um vit fyri at verja okkum sjálvi tveittu hesi skip og fólk út um sjómarkið hjá kongaríkinum – men tað krevur at kongur tráðkar í karakter og verjir tey hann er settur til at verja.

Grundlógin tryggjar rættindi til at mótmæla, men ikki tryggjar hon nøkrum rættindi at byggja upp eitt herðlið í Føroyum sum enntá er útgjørt til at berjast við kong.