150 mió út gjøgnum vindeygað. Ongin Marknagilsdepil og útlendsk arbeiðsmegi – talar tað til samvitskuna hjá Javnaðarflokkinum?
Og so var aftur samkoma uppi í Mentamálaráðnum í sambandi við miðnámsskúlan við Marknagil. Hesuferð var tað (aftur) ein byggiskrá fyri skúladepilin, sum varð handað landsstýriskvinnuni.
Vit sum hava fylgt málinum – við hvørt inni á miðlinjuni og nú úti á síðulinjuni – spyrja, hvussu nógv sjampanja skal drekkast og pinnamatur etast, áðrenn spakin verður settur í.
Og hvussu ofta skal skúlin koma sum lógaruppskot í løgtingið, áðrenn farið verður undir byggingina?
Í novembur 2003 vóru vit komin longur við Skúladeplinum við Marknagil, enn vit eru komin nú. Tá ið hetta árið er runnið, eru vit vónandi komin eins langt sum í 2003, altso 6 ár seinkað til onga nyttu, annað enn at vit nú eru komin í tíðarneyð og noyðast tí at skunda arbeiðið ígjøgnum við tí avleiðing, at neyðugt verður hesaferð at fara eftir útlendskari arbeiðsmegi at loysa uppgávuna.
Skúlin skal verða liðugur í 2014, sigur landssstýriskvinnan. Tað merkir, at tá ið projekteringin er liðug, so skulu vit brúka góðar 100 mió kr árliga til íløguna. Tað vóni eg, at konsensus er um í samgonguni, áðrenn slík lyfti verða givin til skúlaleiðslur, starvsfólk og næmingar. Og eg vóni, at samskiftið um hetta projektið, sum er tað størsta í føroyskari skúlasøgu, er betri enn samstarvið var um fíggjarlógina fyri 2009.
Uttan fáfongd vóru skúlarnir lidnir
Hevði Javnaðarflokkurin ikki forkomið miðnámsskúlanum við Marknagil, tá ið teir komu framat í 2004, so hevði skúlin verið liðugur! Og fyrstu pisurnar floygdar í summar. Og hølistrupulleikarnir í Hoydølum og á Tekniska skúla í Tórshavn høvdu verið loystir.
Og hevði Javnaðarflokkurin ikki forkomið miðnámsskúlanum í Vági høvdu næmingar gingið har 5. árið á rað. Og skúlin hevði ligið á einum nógv betri stað, enn hann ger í Hovi.
Men har skuldi ongin skúli byggjast! Hvørki í Vági ella við Marknagil!
Tað vóru greiðu boðini frá Javnaðarflokkinum, so skjótt tey komu til valdið í 2004. Boðini vóru til tann táverandi mentamálaráðharran Jógvan á Lakjuni, sum læt sær hesi boð lynda: hann flutti annan skúla til Hovs, og havnaði miðnámsskúlan við Marknagil. Og so hevði Javnaðarflokkurin fingið sín vilja.
Arkitektar høvdu latið arbeiðið frá sær í 2003
Í Vági var hakin settur í. Og við Marknagil var klárt at seta spakan í! Alt løgtingið hevði samtykt ætlanirnar báðar (eisini Javnaðarflokkurin!) Leiðslurnar á øllum trimum skúlunum, sum skuldu húsast við Marknagil, vóru samdar um at fara undir samstarvið! Arkitektar høvdu teknað skúlan sum eina byggilistarliga perlu, sum tók útgangstøði í landslagnum, útsýninum og ljósinum á staðnum, og tók støði í pedagogiskum grundarlagi, sum skuldi vera kveikjandi fyri umhvørvið og geva næmingum og lærarum íblástur.
Nýggj bygginevnd kemur til somu niðurstøðu
Nú er nýggj bygginevnd, sum hevur gjørt tað, sum hon varð biðin um. Men hon er komin til somu niðurstøðu, sum bygginevndin í 2003. Sambært portalinum 19. februar stendur, at bygginevndin er komin til ta niðurstøðu, at: “tað er greitt, at skúlin skal vera ein byggislistarlig perla, sum tekur útgangsstøði í landslagnum, útsýninum og ljósinum á staðnum, umframt at hann í síni tilevning skal vera kveikjandi og geva íblástur…” altso skulu vit byrja aftur har í 2009, sum vit byrjaðu í 2003.
Tí stigtakarin var Tjóðveldi
Umframt at alt forarbeiðið er gjørt, koma hesi projektini nú at kosta 150 mió kr meira, enn um projektini, sum vóru klár í 2003, vóru fylgd. Men alt skuldi skrottast, tí stigtakarin var Tjóðveldi. Alt skal gerast av nýggjum. Nýggj byggiskrá, sum kemur til somu niðurstøðu viðvíkjandi tørvs- og funktiónslýsing,.
Nú verður sagt, at onki ítøkiligt er komið á pappír, um hvussu skúlin skal síggja út. Nei, sjálvandi er onki liðugt, um Javnaðarflokkurin aftur og aftur havnar tí, sum verður gjørt.
Tá ið kontinuitetur er betri enn tað besta
Ímyndið tykkum, um vit vóru eins fáfongd. So høvdu vit eisini undir CHE samgonguni havnað Miðnámsskúlanum í Hovi, tí Javnaðarflokkurin tók tað stigið. Men tað gjørdu vit ikki, vit lótu byggingina í Hovi halda fram, har ABC slepti. Hví? Tí viðhvørt noyðist tú at byggja á herðarnar á teimum, sum undan fara. Óansæð hvat tú heldur um avrikið hjá undanfólkunum. Kontinuitetur ella framhald er viðhvørt betri enn tað besta. Soleiðis var í Hovi. Vit halda og hildu, at skúlin hevði ligið best í Vági. Men tá ið Javnaðarflokkurin megnaði at havna tí ætlanini, meðan vit sótu í andstøðu, so valdu vit at liva við tí, tá ið vit aftur komu í samgongu, tí har vendist ikki aftur.
150 mió kr út gjøgnum vindeygað áttu at tala til samvitskuna
Í 2003 var væntandi, at skúlin kom at kosta knappar 300 mió kr. Nú sigur verklagslógin, at fíggjarkarmurin liggur um knappar 400 mió kr. Altso 100 milliónir krónur dýrari!
Og skúlin í Hovi kemur at kosta einar 50 mió kr meira, enn hann hevði gjørt, um hildið varð fram í Vági, har byrjað var.
Bara hasi bæði projektini hava sostatt higartil kostað skattgjaldaranum 150 mió kr meira enn fysiska virðið í íløguni. Um hasar hálvtannaðhundrað milliónirnar ikki tala til samvitskuna hjá Javnaðarflokkinum, sum nú vegna sparingar er við til at leggja stovnar niður, steingja deildir og senda fólk til hús, so sigi eg onki.
Annita á Fríðriksmørk




