Niðurlagingin av Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur rættuliga tikið dyk á seg seinastu mánaðarnar. 260 milliónir sum kunnugt til 15 milliónir. Flaggskipini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi blivu skuttlaði og ein seingjardeild kroyst niður á eitt hættuligt støði. Og nú verður henda kroysan tikin i brúk. Ein deild renoverað uttan fakligt eftirlit og góðkenning.
Niðurlagingin av Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur rættuliga tikið dyk á seg seinastu mánaðarnar. 260 milliónir gjørdust sum kunnugt til 15 milliónir. Flaggskipini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi blivu skuttlaði og ein seingjardeild kroyst niður á eitt hættuligt støði. Og nú verður henda kroysan tikin i brúk. Ein deild renoverað uttan fakligt eftirlit og góðkenning.
260 milliónur blivu til 10-12 milliónir eftir fleiri hundra fundir og dialogir í 11 ár.
Í 2004 var Heilsumálaráðið sera jaligt til eitt uppskot frá mær um sjúku- og heilsumiðstøð í Klaksvík. Kostnaðurin kom at liggja um 260 mió kr. og Klaksvíkar Sjúkrahús var biðið um at seta øll segl til. Nøkur ár seinri og eftir eini røð av fundum velir Heilsumálaráðið at broyta eina játtan uppa 15 milliónir sum var ætlað til at pjøssa sjúkrahúsið til eina endaliga játtan at renoverasjúkrahúsið innan verandi karm.
Annars var trupulleikin hjá sjúkrahúsinum, at tað ikki kundið halda áfram við verandi funktiónum vegna plásstrot. Hølis og plásstørvurin varð saman við Landsverk mettur at til tað dupulta av tí sum sjúkrahúsið hevur í dag.
Av teimum 15 milliónunum sum Klaksvíkar Sjúkahús so endaliga fær verða umleið 3-5 milliónir brúktar til viðlíkahald so bert umleið 10 – 12 millióniir eru til at bøta um umstøðurnar innan kanning, viðgerð og røkt
Samstundis eydnast tað Landssjúkrahúsinum at fáa játtað samanlagt 1.600 milliónir til bygging og renovering og økja um plássið svarandi til 3 Klaksvíkar Sjúkrahús.
Er hetta at fegnast um? og í so fall, hvør kann fegnast um hetta?
Bæði flaggskipini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skutlaði
Í 2012 boðar fyrisitingin á klaksvíkar sjúkrahúsi frá, at umhugsað verður, at flyta ortopedi til Landssjúkrahúsið. Harafturat skal onnur skurðstovan latast aftur og sterilmiðstøðin møguliga flytast til Landssjúkrahúsið.
Vit hava her eina sera greiða útmelding, sum ikki letur nakran yva verða um, at ortopediin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal niður við nakkanum. Málið verður alment kent men politikarar her norðuri meta ikki, at tað er vert at taka upp.
Hetta viðførir so, at eg niðurleggi ætlaðu framtíðar ortopedi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ein ætlan har 2 otopedisk toymi skuldu taka um endan tá eg fór í pensión. Seinri kemur so ætlan um urologi har Klaksvíkar Sjúkrahús verður sett út á síðuliniuna esini á hesum øki.
Harvið hevur tað innanfyri stutta eydnast, at skutla bæði flaggskipini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Ístaðin koma nøkur smá tilboð uppá fyribils smáloysnir á økinum sum um nøkur ár skulu fella aftur til Landssjúkrahúsið sum til tað tíð hevur eina glæstriborg sum skal fyllast.
Er hetta at fegnast um? og í so fall, hvør kann fegnast um hetta?
Sokallaða renoveringin av seingjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Tað skuldið ikki nakar gløggur knokkur til fyri at síggja, at sokallaða renoveringin av seingjardeildini á sjúkrahúsinum kom at seta kanning, viðgerð og røkt í eina enn verri støðu enn um onki varð gjørt.
Fakligu umboðini mótmæltu tí staðiliga “renovatióning” og løgdu rúgvuvís av tilfari fyri bygginevndina fyri at dokumentera vandan. Umboðini verða tí sett út á síðulinjuna og “renoveringin” verður gjørd uttanum umboð fyri kanning, viðgerð og røkt sum meta hana skaðiliga fyri sjúklingin.
Alt verður síðani yvirtikið av Heilsumálaráðnum í samstarvi við fyrisitingina. Ítøkiliga verður hon framd við, at medisinsk deild verður kroyst inn á skurðdeildina.
Hetta viðførir, at meginparturin av seingjarstovunum gerðast trongar 4 songs stovur sum eru til stóran ampa fyri sjúklingin. Sjúklingar missa umleið 25% av tí økinum sum teir høvdu og verður tað ístaðin til skrivstovur hjá starvsfólki.
Henda kroysan av eini seignarstovu er nú:
1 Ein vandi fyri øktum tali av infektiónum,
2 Hevur øktan vanda fyri spreiðing av infektiónum,
3 Øktur vandi fyri feilviðgerðum,
4 Økt tal av misskiljingum.
5 Skaðilig til sjúklingar í vandastøðu
6 Vánaligar starvsfólka umstøður og effektivitet,
7 Vánaligt sjúklinga samskifti
8 Vánaligan trúnað millum starvsfólk og sjúkling.
9 Ikki egnað til tað ferð og tryggd sum til tíðir skal til nú á døgum í bráðstøðu.
Hon verður nú opnað fyri sjúklingar uttan nakra góðkenning av óheftum fakligum mynduleika. Í verunleikanum er tað so, at tað verður noktað at fáa óheftan mynduleika uppí leikin.
Sjálvandi hevðið tað ikki blivið til nakra góðkenning av deildini frá óheftum fakligum mynduleika. Eitt flakavirki í Føroyum skal hava neyvt eftirlit og góðkenning fyri at tryggja kundan. Klaksvíkar Sjúkrahús skal ikki hava nakað eftirlit ella góðkenning fyri at tryggja sjúklingin.
Tryggdin hjá sjúklingunum í Klaksvík er ikki á tí støði sum hjá hinum báðum sjúkrahúsunum sum eru í sama verki.
Og sum eg áður havi borið fram so er í verunleikanum ongin tryggd hjá sjúklinginum í Føroyum.
Ongin óheftur fakligur mynduleiki sum kann hava eftirlit, savna álítandi hagtøl, standa fyri góðkenning av virksemi, innrætting, uppgávubýti og ráðgeving bæði til politikarar og heilsuverk. Hetta skuldið fyrst og fremst verið tryggdin hjá sjúklinginum, men finnst ikki.
Kann nevna at Statens Seruminstitut (sum er stovnur undir Sundhedsstyrelsen) í 2013 kom við Nationale Infektionshygiejniske Retningslinier for nybygning og renovering i sundhedssektoren – Central Enhed for Infektionshygiejne 1. udgave 2013
ISBN nr. 978-87-89148-00-7
Hesar leiðbeiningar eru at finna undir:
Kann verða áhugaverdur lesnaður hjá fólki sum kenna ábyrgd og viðring fyri sjúklinginum.
Eg havi frá Sundhedsstyrelsen fingið at vita, at teirra skipan er fyri regiónirnar í Danmark og hóskar seg ikki fyri Føroyar. Men tey eru til reiðar við eini hjálpandi hond til føroysku mynduleikarnar um teir ynskja tað. Eg havi borið tað víðari men her er ongin áhugi.
Samstundis noyðast starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at leggja oyra til reypið frá Landssjúkrahúsinum úti í fjølmiðlunum har greitt verður frá, at Landssjúkrahúsið bert góðtekur einastovur við bað.
Sum so mangan so er prátið um, at sjúklingar skulu hava líka umstøður í føroyska sjúkrahúsverkinum bert prát og onki innihald. Hevðið tó ikki roknað við, at Heilsumálaráðið tilvitað fór at seta sjúklingar sum koma til Klaksvíkar í enn størri vanda.
Tað kann verða, at vit ikki liva upp til hvat okkara grannalond megna. Men nú er støðan eisini blivin so, at Klaksvíkar Sjúkrahús ikki kann liva upp til hvat hini sjúkrahúsini í føroyska sjúkrahúsverkinum kunnu klára. Og hetta er ein politisk avgerð.
Tað tykist tó sum Landssjúkrahúsið hevur lisið uppá og fingið umstøður og játtan, at vísa sjúklinginum ans. Annars er tað sera einfalt at gera eina 4 songstovu til einastovu. Ein tekur bert 3 sengur út so verður tað einastova. Sjálvandi havi eg borið fram ynski um hetta og sum so mangt annað sum fakligu umboðini hava borið fram í hesum máli, so var eisini hetta uppskotið havnað.
Starvsfólk á Klaksvíkar Sjúkahúsi sum vilja síggja hvat Heilsumálaráðið kann bjóða einum øðrum sjúkrahúsi í sama verki kunnu fara suður á Landssjúkrahúsið, at vitja eini uppseting av einastovu við bað. Uppsetingin hevur bert kostað eina hálva millión.
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (sum enn er eitt sjúkrahús í sama verki) verða sjúklingarnar kroystir saman enn meira enn fyrr soleiðis, at mest sum allir sjúklingar noyðast inn á 4 song stovur. Harafturat verður viðrakning og intensiv minkað enn meira og løgd út í eitt horn undir vaðingini.
Av tí at viðrakning og intensiv eru bjargingin hjá mongum sjúklingum so kann ein livandi ímynda sær framtíðina fyri henda sjúklingabólkin.
Og fyri at gnýggja enn meira salt í sárið, so hevur Heilsumálaráðið saman við fyrisitingini borið so í bandi, at teir fermetrar sum eru tiknir frá sjúklinga kanning, viðgerð og røkt verða fluttir yvir til skrivstovur.
Henda kroysa skal nú opnast uttan nakra óhefta fakliga góðkenning. Tað er onki flakavirki í Føroyum sum kann opnast uttan óhefta fakliga góðkenning. Men tað tykist sum Heilsumálaráðið ikki metir tað neyðugt, tá tað snýr seg um tryggdina hjá sjúklingunum í Klaksvík. Best er at fara ein túr til Havnar í dag.
Vinarliga – Jákup Petersen




