Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Og tá fólk vaknaðu, var Kaj Leo løgmaður…

Oliver Joensen

Í føroyskum politikki hevur veljarin onga ávirkan. Politiskir hundabardagar avgera alt. Kanska fólkaræðið fekst at fungera, um vit valdu løgmann beinleiðis

Sjúrður Skaale

Tá fólk vaknaðu mikumorgunin, var Kaj Leo løgmaður. Atkvøðurnar hjá trimum flokkum – tilsamans 18.770 veljarum – vóru brúktar til at gera hann til løgmann.
Men hetta var ikki tað, hesir veljarar ætlaðu, tá teir atkvøddu í januar. Tað vístu allar kanningar undan valinum. Tey, sum valdu Sambandsflokkin mundu tey flestu vóna, at Eidesgaard helt fram í sessinum.
Tey, sum valdu Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin ætlaðu heldur ikki, at Kaj Leo skuldi í sessin. Men nú eru hesar atkvøður kortini brúktar til at seta hann í sessin.
Hetta er eitt dømi um, at demokratiið als ikki fungerar í Føroyum. Veljarin velir í blindum. Hann sleppur at seta sín kross – men hann sleppur ikki at ráða.
Tað er ein øgiligur hundabardagi í tinginum, sum ger av, hvør endar í landsins stjórn. Tað einasta, sum veljarin bestemmar, er hvør skal vera við í hesum bardaga.
Hetta sigi eg ikki tí eg eri fornermaður um, at ABC aftur leggur frá landi. Eg segði tað eisini áðrenn valið. At Kaj Leo nú er løgmaður er bara eitt so sigandi dømi um, at føroyski veljarin ikki fær tað, hann biðjur um.

Ókeypis vallyfti
Og hetta er ikki bara galdandi fyri løgmanssessin. Føroyski veljarin hevur heldur ikki ánilsi av hvønn politikk hann fær, tá hann setir sín kross.
Tey, sum hava sæð frálíka filmin "Fimm dagar fyri valdið" síggja, at Høgni Hoydal letur ALLAR flokkar skilja, at møguleikin fyri samgongu við Tjóðveldi stendur opin. Tá má hann, sum skipanin er.
Men tað ger at tey, sum valdu lista E, ikki vistu um tey atkvøddu fyri eini CHE-samgongu, eini EDB samgongu ella onkrum heilt øðrum. Tey vistu heldur ikki, hvør persónur, við stuðuli frá teimum, kundi gerast løgmaður.
Tá hundabardagin um maktina byrjar, hevur veljarin onga ávirkan.
Hetta ger, at tey lyfti, sum givin verða í valstríðnum, aldrin eru bindandi fyri nakran. Tað er fullkomiliga ókeypis at lova í eyst og vest, tí í tí samstarvi, sum spyrst burturúr, skulu lyftini hjá minst trimum flokkum samansjóðast. Tað ber altíð til at siga: Vit ætlaðu – men hinir vildu ikki…
Tá valið er av, hvørva vallyftini sum roykur í luftini.
Eftir stendurin veljarin sum ein rukka.

Bindandi lyfti
Í Bretlandi stríðast tveir flokkar um valdið. Tá annar vinnur, vinnur hann. Fólk fáa tann politikk og tann forsætisráðharra, tey biðja um.
Og tey lyfti, sum bretsku flokkarnir geva í valstríðnum, eru bindandi. Fólk kunnu altíð halda tann førda politikkin upp ímóti teimum givnu lyftunum.
Í norðurlondum eru fleiri flokkar – men teir eru saman í blokkum. Tann, sum velir Konservativu í Danmark veit, at hann velur Fogh til forsætisráðharra. Vallyftini hjá stjórnarflokkunum eru eisini so væl samskipað, at veljarin veit, hvat hann fær – uttan mun til, hvønn av flokkunum hann velir.
Hetta er eitt tað mest grundleggjandi í eini politiskari skipan yvirhøvur: Tað, politikarin sigur seg fara at gera, skal hann eisini gera. Álit millum politikara og veljara er púra avgerandi. At bróta eitt vallyfti er at gera seg inn á sjálvt fundamentið undir skipanini. Og tað skal veljarin hava møguleika fyri at revsa.
Men í Føroyum kann veljarin ikki revsa tey, sum gera seg inn á fundamentið – tí fundamentið er als ikki til.

Lættari, tá alt flýtur
Ofta verður sagt, at ríkisrættarliga støðan ger bindandi samstarv millum flokkar ómøguligt. Tjóðveldi er bæði samt og ósamt við Fólkaflokkin, bæði samt og ósamt við Javnaðarflokkin. Høgra og vinstra skilir okkum ein veg, loysing og samband skilir okkum ein annan veg.
Hetta er rætt. Men tað er undanførsla at siga, at tað forðar fyri skipaðum samstarvi.
Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldi kundu t.d. saktans bjóðað seg fram sum ein sjálvstýrisblokk við greiðum politiskum lyftum á øllum økjum.
Hesir flokkar kundu saktans samráðst, gjørt neyðsemjur og skrivað samgonguskjal í góðari tíð áðrenn valið, soleiðis at veljarin fekk nakað ítøkiligt at taka støðu til. Vit kundu fyrireikað okkum undir róligum umstøðum, og biðið veljaran tikið støðu til ítøkiligar ætlanir.
Men tað hevði kravt álit, floksdisiplin og realistisk vallyfti. Tí tað hevði gjørt, at veljarin kundi hildið givin lyfti upp ímóti førdum politikki.
Tað kann veljarin ikki í dag – og tað ger tað nógv lættari at vera politikari. Sum er kanst tú sum politikari siga akkurát hvat tú vilt í valstríðnum. Tú kanst lova í eyst og vest, tí tú veitst, at einki bindir teg kortini. So leingi alt flýtur, er tað nógv lættari at vera politikari.

Hvat er at gera?
Eg havi sum journalistur eygleitt hundabardagarnar, sum koma eftir valini. Tað var stundum heilt skelkandi. Fólk sita til langt út á næturnar og trætast, og vinnari verður tann, sum orkar best, tá klokkan er fimm á morgni.
Eg var sjálvur við til hetta í januar. Tað var so illa skipað, at øll tey nýggju fólkini øtaðust.
Og í vikuni sóu vit tríggjar menn, sum í fleiri døgn bardust um løgmanssessin.
Endin var, at Kaj Leo lá ovast.
Hann fer helst at klára seg líka væl sum mangur annar. Men tað er ein sannroynd, at hetta ikki var tað, sum fólk vildu hava. Tá tey vaknaðu mikumorgunin, var tað kortini hetta, tey høvdu fingið.
Veljarin hevði onga ávirkan. Hundabardagar á náttartíð avgjørdu alt. Tilvildin ráddi.
Og tað er eingin ivi um, at henda tilvild, sum altíð ræður eftir eitt val, er orsøkin til, at okkara politiska skipan er so skinklut sum hon er.
Tað, sum byrjar við bardaga, endar sjáldan við góðum samstarvi.

Løgmaður má veljast beinleiðis
Vit kunnu broyta hetta á einfaldan hátt: Vit skulu lata fólk velja løgmann beinleiðis!
Tá val er, skulu fólk velja bæði eitt valevni ella ein flokk – og ein løgmann. Soleiðis fáa tey júst tann stjórnarleiðara og tað andlit úteftir, sum tey vilja hava.
Og tey fáa meira enn tað. Verður løgmaður valdur av fólkinum, mugu løgmanskandidatar finna sær stuðlar í øðrum flokkum áðrenn valini. Og flokkar, sum ikki hava upplagdar kandidatar, mugu gera seg væl við teir flokkar, sum hava teir populeru løgmanskandidatarnar.
Sum tíðin gongur, kunnu vit kanska fáa tveir blokkar av flokkum, sum bjóða seg fram við bæði felags løgmanskandidati og felags valskrá. Blokkarnir kunnu skifta frá vali til val – men tann flokkur, sum ikki vil binda seg áðrenn eitt val, fær skerdar møguleikar eftir eitt val. Tað fer at kosta at vera populistiskur.
Í uppskotinum til føroyska grundlóg verður latið upp fyri, at løgmaður kann veljast beinleiðis. Hetta eigur at vera hert, soleiðis at løgmaður skal veljast beinleiðis.
Soleiðis geva vit veljaranum veruliga ávirkan. Soleiðis kunnu vit vónandi slóða fyri at fólk, tá tey skulu á val, fáa ítøkiligar politiskar ætlanir at taka støðu til.
Soleiðis kunnu vit ið hvussu er forða fyri, at fólk vakna ein morgun og hoyra í útvarpinum, at tey hava fingið ein løgmann, tey als ikki hava ynskt.