Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Øgiligi hitin forðaði mær í at halda fram

Guttorm Sørensen

Hetta segði ein sera skuffaður Pól Sundskarð, sum eftir 78 sera heitar kilometrar, mátti taka tað sera truplu, men røttu, avgerðina um at gevast í Spartathlon.

– Eg havi mest sum alt hettar ári fyrireikað meg til Grikkaland, og at renna 246 km frá Athen til Sparta. So upprann dagurin, men hettar bleiv ikki mín dagur, tíverri, sigur ein keddur Pól Sundskarð. 
– Tá vit byrjaðu klokkan sjey lokala tíð var hitin longu 26 stig, og bert tríggjar tímar seinni klokkan tíggju var hitin millum 29 og 33 stig og onkra løtur heilt upp til 35 stig, og harafturat var vindstilli. Eg royndi at køla kroppin hjá niður við tí sum var, har tað bar til, men tað hjálpti bert eina løtu, so tá eg hevði runni 78 kilometrar valdi eg at gevast. Hettar var ein sera trupul avgerð at takað, men ein røtt avgerð, sigur ein avgjørdur Pól Sundskarð, sum fegin vil takka fyri allan stuðulin hann hevur fingið.
Av teimum 350, sum vóru til byrjan, so vóru tað 148 sum gjøgnumførdu. Vinnari hjá monnum gjørdist 36 ára gamli, Joao Oliveira úr Portugal við tíðini 23.29,08 tímar. Fremsta kvinna gjørdist 39 ára gamla Szilvia Lubics úr Ungarn við tíðini 28.03,07 tímar.
Pól dámar væl at seta sær sjálvum stór mál, so hvør næsta avbjóðingin hjá honum verður, tað kemur tíðin at vísa.