Miðflokkurin heldur, at ogn Føroya fólks, skal ikki latast øðrum at virka, tað sigur Janus av Rana, ið hesum innleggi sínum til kjakið.
Seinastu daganar hava fjølmiðlarnir borið tíðindi um, at landsstýrið hevur ætlanir um at taka av procentmarkið fyri fisk, ið kann seljast óvirkaður av landinum. Ymiskar hugsanir hava verið frammi um hesa ætlan, nøkur meta markið als ongan týdning hava, meðan aðrir síggja avtøkuna vera avgerandi fyri í løtuni sperda fiskiflotan, sum tykist noyðast leita sær hjálp í yvirskotum frá farnum árum.
Ogn Føroya fólks, so dámar okkum at nevna ríkidømið Skaparin hvønn dag sendir á grunnar okkara. Ikki bert føðir tað teir, sum undir mangan ómenniskjaligum umstøðum føra tað til høldar, tað er eisini støðið undir allari flakavinnu okkara, tvs. øllum teimum hondum, ið fiskin virka . Og arbeiðið, hesar nógvu hendur virka, er jú tað, ið heldur samfelagshjólunum gangandi dag eftir dag. Sum oljan ríkar onnur, ríkar fiskurin okkum.
At loyva fríðari sølu av hesum ríkidømi til aðrar at virka hjálpir útlendingum og kanska nøkrum fáum føringum. Hinvegin kann eitt slíkt stig lættliga taka grundarlagið undan mongum føroyskum familjum, sperdum vikjum og samfelagnum sum heild.
Hvørji tey eru, sum hava tikið avgerðina um broyting av procentmarkinum, hevði verið áhugavert at fingið at vita. Miðflokkurin telist ikki millum hesi, hvørki tingmenn ella landsstýrismaður. Og heldur ikki vita vit um nakra avgerð um einvíst at taka av sjómannafrádráttin. At hesin verður tikin við í eini størri endurskipan av skatta- og fiskivinnupolitikki okkara er ein onnur søga.
Miðfloksins vegna
Jenis av Rana




