Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ognarskattur og rotin páskaregg

John William Joensen

Táið C-vitaminirnar slerdu bakk, varð farið at javna við rotnum páskareggum.

tórbjørn jacobsen

Eftir eirindaleysa og beinharða borgarliga umfordeiling av samfelagsvirðunum, undir sosialdemo-kratiskari leiðslu í 4 ár, eftir at hava verið við til at knokkroyta pensiónistarnar og aðrar veikar samfelagsbólkar undir núverandi sambandsleiðslu, eftir totalt at hava kíkað skilaleysa svartkjaftabýtið hjá Jacob Vestergaard, eftir at H. P. Strøm í 4 ár hevur havt eina óheimilaða meirnýtslu á 170 mió. kr undir sosialdemokratiskum eftirliti, eftir at fiskastovnarnir eru trároyndir niður á ivasom mørk, eftir at formaður Javnaðarfloksins um árskiftið, í tíðargrein advokeraði fyri, at leggja ognarskatt á føroyingar, og eftir at hesin sami flokku,r í borgarligu kjøtkvørnini, er vorðin kliniskt reinsaður fyri alla sosiala hugsannargongd í valdsins merkiliga myrkaspæli, stígur Aksel Vilhelmsson nú fram á pallin, í eini ætlan at klína politiska mykju upp í brøkurnar á Tjóðveldinum.

Lat meg tó fyrst siga, at varatingmaðurin Axel er ein skilamaður, sum ivaleyst fer at geva flokki sínum eina renæssansu, táið hann eftir øllum teknum í sól og mánað verður komandi leiðarin í Javnaðarflokkinum, tá nakað er fráliðið, og Jóannes, sum ein annar Ábraham, er mettur av sínum politisku døgum.

Grein hansara í bløðunum, um rentustuðulsskipanina, og eitt uppskot henni viðvíkjandi, sum vit hava lagt fyri tingið, fær man í stóran mun ikki verið annað enn samdur við. Yvirskriftin er tó dekan ov obsternazig og stendur als ikki í samljóði við greinina annars. Ungi ideologurin hjá Javnaðinum er í stóran mun samdur við okkum. Áhugavert kundi eisini verið at frætt frá honum, um hann tekur undir formanni sínum, táið hesin ætlar at leggja allar føroyingar undir ognarskatt?

Rentustuðulsskipanin hevur verið heitt kjakevni í politisku skipanini øll hesi árini, man aktivt hevur fingist við politikk. Royndirnar, at broyta hana, hava vignast illa, og Búskaparráðið hevur fleiri ferðir varðskógvað um hesa skipanina við endaleysa skrúvugevindinum, og mælt til at gera eitthvørt fyri at steðga vitloysinum. Sum er ein eksploderaður vøkstur úr almennu kassunum frá 84 mió. kr. í 2005 til 160 mió. kr. í 2009. Javnaðarflokkurin fór til val seinast við tí greiða setningi, at varðveita hesa gongd, tí fer hann nú eftir alternativinum, sum er ognarskattur. Hinvegin eigur ein politisk skipan altíð at eftirkanna og gera nakað við átálmaðar vakstrarskipanir á útreiðslusíðuni, sum eitt nú hesari. Sum størsti flokkur á tingi kunnu vit ikki sita hendur í favn, meðan ráðaloysi valdar í Tinganesi, tí fara vit nú gjølla undir at greina bygnaðarskeivleikarnar, sum eru orsøkin til, at fíggjarløgtingslógin ikki fæst at hanga saman. Fyri jól settu vit fram eitt álit, sum samtykt hevði minkað um hallið í 2009 við 200 mió. kr. Tað vann ikki frama. Nú royna vit at gera eitthvørt við rentustuðulsskipanina í hesi syftuni.

Tey flestu eru samd um, at rentustuðulsskipanin er endað sum eitt peningaflow millum almennu kassaranar og privata fíggjargeiran. Sethúsavirðini eru vaksin við áleið somu upphæddum. Sum Aksel so rætt sigur tað, so er neyðugt at balansera soleiðis, at tey sum hava keypt undir verandi fyritreytum, ikki vera fyri vanbýti. Í uppskotinum mæla vit til eina niðurlaðing yvir 15 ár (2010-2025). Uppskotið er greitt og ógvuliga kontant, men hetta er ikki eitt ultimativt krav frá okkara síðu, soleiðis, sum vit eisini staðiliga boðaðu frá undir fyrstu viðgerð. Skilabest hevði verið, at funnið ein so lagaligan avdráttarprofil sum møguligt, samstundis sum skipanin fekk ein enda yvir eitt ásett áramál. Fíggjarlógin kemur ikki í framtíðini at tola sjúkan vøkstur av slíkum slagi. Málið liggur nú í fíggjarnevndini, og eg tori at siga, at tað er ein fyrimunur, at andstøðan hevur lagt tað fram, eisini at tað er borið til tings á ein slíkan hátt, at til ber at semjast onkustaðni har uppskotið og handlingsloysið møtast.

Tað er tann viðvenda verð, at ein andstøða roynir at fáa skil á landsins finansum aftur. Tann leiklutin átaka vit okkum heldur enn gjarna. Meðan fíggjarmálaráðharrin situr virkisleysur og bínir út í tóman heim at óskilinum, við einum undirskoti, sum helst fer at accelerera úr hálvari milliard upp í 800 mió kr. fram eftir árinum, og hallið komandi ár ivaleyst fer at nærkast eini milliard, við einum tómum landskassa, má onkur taka betri partar fyri seg í politisku skipanini. Sleppur hesin PK-økonomiurin at halda fram, hevur Javnaðarflokkurin lítið annað enn rotin páskaregg at grýta eftir sínum landsmonnum, eftir at borgarliga umfordeilingin og hundakynstur teirra eftir Fólkafloksins og Sambandsfloksins høgrafloytum hava stoytt okkum út aftur í eina kreppu, sum í ringasta føri fer at raka líka hart sum búskaparliga illveðrið fyrst í nítiárunum.

Tjóðveldi hevur greið sosial ýtir í øllum sínum politiska virksemi. Rentustuðulsskipanin er at kalla ein proportional skipan, sum munar mest hjá teimum peningaliga vælútbornu. Næstan endaleys skáalán og uppblást frívirðir hava hesi seinastu árini fløkt seg upp í skipanina, sum Aksel eisini vísir á, og tí er upprunaendamálið, at stuðla teimum ungu í búseting, í stóran mun fána burtur. Skilabetri hevði tí verið, at brúkt partar av hesi risaupphædd til ein veruligan almennan íbúðarpolitikk, ígjøgnum skipanir, sum munaði har tørvurin var. Heldur enn munaleyst at spaða til gjaldførið hjá privatu peningastovnunum.

NB: Annars kennist tað heilt løgið, í mun til greinina hjá Akseli annars, at hann kalt og kyniskt ætlar at steðga rentustuðulsskipanini longu í 2015, viðvíkjandi nýggjum lánum. Hetta tykist ikki serliga avbalanserað, og kann ivaleyst gera eitt skák í húsavirðini, sum ikki er serliga heppið fyri eigararnar. Vónandi finnur fíggjarnevndin eina salomoniska loysn á málinum, soleiðis, at øll kunnu liva við henni í ókomnum árum.