Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ógrundað avrætting, fyri egnan vinning

John William Joensen

Eg leggi kongin, segði eg í tíðindaskrivi fyri tíð síðani, eftir eitt tíðarskeið har eg hevði verið fyri ógvuliga stórum ágangi, sum borgarstjóri í Sands Kommunu.

Frontala politiska álopið frá einum listafelaga hjá okkum, við óvanliga hørðum politiskum ákærum móti mínum persóni, breyt frá tí, sum næstan kann kallast “business as usual” hesi seinnu árini.

Tí álopini hava verið mong, men munurin hesuferð hevur fyrst og fremst verið, at kona mín varð drigin við niður í lokalpolitisku kvørnina. Ein eftir mínum tykki ógvuliga óheppin samanrenning. Serliga tí at vit vita hvussu trupult tað kann vera at liva eitt vanligt lív, sum avvarðandi hjá framstandandi politikarum. Og júst tí hevur tað verið ein óskrivað megingregla, at hjúnarfelagar, børn og næstringar ikki vera drignir við inn í politiska umhvørvið. Spell tá fólk ikki kenna sær hógv.

Eftir fakligu og sakligu gjøgnumgongdina hjá grannskoðara og løgfrøðingi, eru ákærurnar afturvístar, men eg ivist ikki í, at tað eru kommunustýrislimir, sum framvegis fara at royna at sáa iva og misálit. Skal tó siga frá, at enn restar í at fáa kannað seinasta táttin í ákærunum, setanartilgongdina í samband við setan av leiðara fyri Sandoyar Barnaverndartænastu. Hettar kanningararbeiði er sett í verk av nevndarformanninum fyri Sandoyar Barnaverndartænastu, og hevur Almannamálaráðið málið um hendi. Ein niðurstøða kann vantast um einar tvær vikur.

Eg kenni meg í einari tvístøðu. Gyrdur millum øðrumegin fólksins greiðu talu, og hinumegin fýra atkvøður, sum eftir øllum at døma ynskja at gera alt í teirra valdi, fyri at fólksins týðuliga rødd, ikki skal útinnast við hettar borðið. Og hóast stuðulin bert tykist vaksa á okkara liði, so er veruleikin nú einferð soleiðis at tað eru tey við kommunustýrisborðið, sum gera av hvør leiðin skal vera. Uttan mun til hvussu tann meirilutin er funnin saman.

Saman við okkara liði, hava vit vunnið trý tey seinastu valini til Sands Kommunu. Eingin sigur so greiður, sum tann seinasti, fyri einum lítlum ári síðani. Fólkaræðisliga mandatið er tí væl kjølfest, og nógv bendir á at veljarin eisini peikaði á hvør borgarstjórin framhaldandi skuldi vera.

Eg eri sannførdur um at tað er ikki rætt at bakka fyri ágangi, men tað ber ikki til at arbeiða uttan politiskt grundarlag og politiskan meiriluta. So hóast stuðulin frá stillarum, listafeløgum, veljarum, vinum og næstringum hevur verið ómetaliga góður og eggjandi, so havi eg gjørt av at leggja frá mær sum borgarstjóri á Sandi. Ikki tí eg meti tað vera rætt ella rímiligt, men tí at politiski veruleikin nú gjørdist sum hann gjørdist.

Í skrivinum til miðlarnar fyri tíð síðani, segði eg at eg kendi meg ikki sekan í ákærunum settum fram ímóti mær og higartil er einki komið fram, sum prógvar tað øvuðgta. Hinvegin meti eg ákærunar bert hava eittans endamál, at skaða meg sum persón og politikara, og familjuna við.

Íkomna støðan harmar meg almikið, og serliga harmar tað meg at fólksins vilji ikki veruliga fær útint sítt vald í verki.

Avbjóðingarnar fyri framman eru stórar. Somikið stórar at ivaleyst átti at verið, at stríðst fyri framburði fyri fólkinum, sum her býr, og ikki ímóti teimum sum evstu ábyrgdina hava.

Politikkur snýr seg um dreymar og viljan til at náa teimum. Eg eri til reiðar um høvið aftur býðst í politikki, og dreymarnar fyri bygd, oyggj og landi beri eg framvegis í barmi.

Fari til endans at takka øllum góðum stuðlum fyri teirra ótroyttiliga arbeiði, listanum og bygdini at frama.

Virðingamest

Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi borgarstjóri á Sandi.