Týski múrarin, Maurice B sleppur undan at sita í fongsul, tí hann hevur so ógvusliga reising. Læknar siga at talan er um Priapismus
Hvønn morgun vaknar týski múrarin Maurice B, við sveitta á pannuni og við ristandi hondum lyftir hann dýnuna upp fyri at fáa eina mynd av hvat hendir í neðraregiónini, skrivar ekstrabladet.dk.
– Eg hati, hvat hendir millum míni bein, men eg eri sakleysur. Tá eg máldi hin gamla, var hann umleið 30 cm. og stívur sum ein agurk. Enntá ikki unnusta mín er før fyri at fáa trykkið at falla, sigur tann 32 ára gamli maðurin.
Maurice bíðar eftir at verða innkallaður til at sita, fyri kriminalitet, men teir týsku mynduleikarnir, nokta at kalla hann inn, av tí at hann hevur so ógvusliga reising.
Fongslið má bíða
Spurt verður um tað veruliga kann passa, at ein kriminellur kann sleppa undan at sita, av tí at hann gongur ein og ein graður brúðgómur áðrenn ástarleik? Ja, siga læknarnir. Tað kann hann.
Ein týskur lækni sigur, at reisingin kann stavast frá tablettum, ið ungir menn taka fyri at økja um potensin, men hon kann eisini verða grunda í øðrum orsøkum.
Priapismus
Maurice sigur, at hann upprunaliga fyrigav javnaldrinum, tá hann, eftir at dómurin var avsagdur, ein morgun vaknaði við einum ordiligum jarni. Tað kann henda, segði hann við seg sjálvan. Men hann byrjaði at undra seg, tá hvørki kalt vatn ella annað hjálpti. Fleiri tímar gingu, áðrenn gamli minkaði. Og var glaður hann, men skjótt reistist hann av nýggjum. Tá fimm dagar vóru gingnir, fór hann til læknan.
Diagnosan var greið: priapismus. Drúgv reising verður roknað at vera ein vandamikil støða, og varð Maurice innlagdur á staðnum.
Læknarnir royndu ymiskt fyri at fáa gamla at leggja seg, m.a. við at stinga nálir í fyri at lætta um trykkið. Hetta munaði bert í nakrar fáa minuttir. Ekstrabladet.dk sigur, at tá tíðindini spjaddust, komu ikki færri enn seks læknar og trýstu, mýktu, bóðu, kannaðu og kjakaðust við gamla. Læknarnir meta nú, at teir ikki kunnu gera meir.
Ríkisákærin hóttir við, at um einki er hent innan teir næstu fjúrtan dagarnar, so vil hann ikki sleppa undan at sita revsingina, sigur ekstrabladet.dk at enda.




