Í morgin (leygarmorgunin) kl. 10 er almenn móttøka í Klaksvíkar Svimjuhøll og kl. 11 verða dyrnar latnar upp til baðilandið. Fyri lítlari løtu síðan vóru vit í høllini við myndatólinum og sum sæst er ófør rokan at fáa alt liðugt til móttøkuna í morgin.

Øll umskiftingardeildin við CAFE, móttøku, felagshølum og skrivstovu er klárt at taka í brúk – og seinri í ár verður klárt at taka fitness partin í brúk.
Ókeypis er at koyra gjøgnum norðoyatunnilin – til Klaksvíkar – allan leygardagin og frá kl- 18:00 til 21:00 leygardagin hevur Klaksvíkar Handilsfelag í samstarvið við Klaksvíkar Kommunu syrgt fyri at ókeypis er at koyra úr Klaksvík inn í Eysturoynna.
Samstundis halda handlarnir langan leygardag og hava opið til kl. 20.