Vit hava fingið nógv í boði, líka frá kalva, um livandi sey, flettan sey og til brennivín, sigur Kári Johansen, formaður í Norðoyatunnlinum.
Tað kemur sjálvandi illa við hjá norðoyingum at sambandið um Lorvíksfjørð liggur lamið, samstundis sum tunnilin er boraður ígjøgnum, men tunnilin er eitt arbeiðispláss og ikki tikin í nýtslu annað enn til sjúkrafluttning og eitthvørt álvarsligt, so vit geva ikki onnur undantøk enn vit hava gjørt.
Sjálvt um nógv trýst hevur verið á telefonina við umbønum um at sleppa ígjøgnum tunnilin, so hava vit konsekvent sagt nei. Vit arbeiða júst nú við fleiri maskinum Borðoyarmegin og tí er ber tað heldur ikki til at loyva bilum ígjøgnum. Eittans undantak hevur verið givið, tað var eitt danskt par sum var farið ein biltúr í Norðoyggjar ímeðan tey bíðaðu eftir at fara avstað við Norrønu í gjárkvøldið, tey blivu fangað í Norðoyggjum orsakað av at Ternan bleiv løgd. Vit leiddu tey ígjøgnum tunnilin, soleiðis at tey ikki skuldu sita innistongd í Føroyum í eina heila viku afturat, men tað er tað einasta undantakið sum er givið síðani Ternan bleiv løgd.




