Sum myndirnar sýna var talan um rættuliga ógvusligan stoyt tá motorsúkla um vikuskifti rendi á ein bil á Grønabóli
Sum Norðlýsið skilir kom eldur í motorsúkluna og føraran sum annars var væl skøddur við hjálmi á høvdinum og í leðurklæðum.
Fólk sum komu á staði royndu at sløkkja eldin og tað eydnaðist við einum eldsløkkjara.
Ungi maðurin var fluttur á Landssjúkrahúsið og síðani niður á Ríkissjúkrahúsið.
Hann hevur tað eftir umstøðunum væl og hóast hann breyt tríggjar rygg geislar var ikki neyðugt við skurðviðgerð.
Ein hundur sum var í bilinum, ið varð árendur, fekk somikið álvarsligar løstir at neyðugt var at avlívað hann.
Tá hugt verður at myndunum má tað sigast at vera eitt undur at mannalív ikki fórst, og tað er eingin ivi um at skaðin hevði verið munandi størri um motorsúkluførarin ikki hevði røttu úgerðina.




