Búskaparfrágreiðingin fyri 2007 løgd fyri Fíggjarmálaráðið. “Í løtuni fer ein ásýnilig lønarglíðing fram,” verður millum annað sagt frágreiðingini.
Búskaparframgongd í Føroyum
Tað hevur í eina tíð verið lívligt orðaskifti um, hvørt føroyski búskapurin er yvirupphitaður. Hóast hagtalsgrundarlagið til at meta um hetta út frá er ófullfíggjað, man lítil ivi vera um, at sera stór framgongd er í búskapinum. Stórt trot er á arbeiðsmegi, og í løtuni fer ein ásýnilig lønarglíðing fram, sum skjótt kann koma at ávirka kappingarevnini í útflutningsvinnunum skeiva vegin.
Óhepnir skattalættar
Ætlan landsstýrisins er, at løgtingsfíggjarlógin fyri 2008 skal tálma búskapargongdini. Við tí í huga tykir tað Búskaparráðnum at vera skeivt av landsstýrinum, fjórða árið upp í slag at lækka skattin fyri at stimbra búskapin. Í 2004 hevði landsstýrið í hyggju at lætta skattingina fyri á tann hátt at stimbra búskapin. Tað gekk eftir ætlan í 2005, tá stígur var í búskapinum; skattapolitikkurin var tá konjunkturmótgangandi. Men í 2006 og 2007, tá aftur var búskaparframgongd, gjørdu skattalættarnir bara sítt til at stimbra búskapin enn meira – og skattapolitikkurin var nú vorðin konjunkturviðgangandi.
Ófullfíggjaðar fyritreytir at føra virknan fíggjarpolitikk undir
Hetta vísir okkum, at tað er ikki rætt, at viðtaka konjunkturmótgangandi tiltøk, sum røkka langt inn í framtíðina – sum í hesum føri fleiri ár. Búskapargongdin vísir seg tíðum at verða ein onnur enn væntað. Tí er vandi fyri, at tiltøk, sum ikki koma í rættari tíð og ikki í røttum vavi, skjótt koma at gera ein ójavna í búskapinum enn størri. Dagførd og neyv hagtøl eru týðandi fyritreytir fyri at føra ein virknan fíggjarpolitikk, men slík vantar okkum í Føroyum. Tískil eigur landsstýrið at halda seg frá at føra virknan fíggjarpolitikk, men í staðin dúva upp á teir sjálvvirkandi stabilisatorarnar, sum eru í búskapinum, so sum progressiva skattastigan og sosialar skipanir, herímillum ALS o.a.
Virksemið eigur at stýrast gjøgnum íløgurnar – ikki rakstrarútreiðslurnar
Aðramáta hevur Búskaparráðið ta áskoðan, at tað verður ov nógv hugt at almennu rakstrarætlanunum, tá tiltøk skulu fremjast. Stórur partur av landsins rakstrarútreiðslum eru lógarbundnar, og tað er skeivt at minka og vaksa almenna geiran alt eftir um tað er búskaparafturgongd ella –framgongd. Í staðin eiga konjunkturjavnandi tiltøk at síggjast aftur í ætlaðu íløgunum. Annars heldur Búskaparráðið, at ein broyting í skattatrýstinum eftir umstøðunum, kann vera eitt hentari amboð enn broytingar upp og niður í rakstrinum. Heilt ítøkiliga hevði tað verið betur, um landsstýrið heldur enn at pína raksturin niður slepti skattalættanum í 2008.
Tørvur á rammum fyri kommunalu fíggjarætlanirnar
Í verandi støðu tykist tað, sum hevur landsstýrið ov fá amboð til at ávirka búskapin við. Tað sker í eyguni – aftur í 2007 – at landsstýrið og kommunurnar ikki hava avtalað felags rammur um kommunalu fíggjarætlanirnar. Tað kann skjótt henda, at vøksturin í kommununala búskapinum javnar út tey tálmandi tiltøk, sum landsstýrið fremur gjøgnum løgtingsfíggjarlógina – og væl tað.
Rentustuðulin eigur so líðandi at verða avtikin
Búskaparráðið metir, at rentustuðulin saman við nýggju lánunum frá peningastovnunum í stóran mun hevur virkað við til búskaparframgongdina. Eftir bara tveimum árum hava húsarhaldini økt sína skuld við 40 pst., og hava kapitaliserað rentustuðulin eins og gjaldførislættan, sum tey fingu við nýggju afturgjaldsskipanunum av lánunum. Ein kundi ynskt, at ein líðandi avtøka av rentustuðlinum hevði verðið sett í verk tá rentan fyri fáum árum síðani var metlág; men Búskaparráðið hevur framvegis ta áskoðan, at rentustuðulin so líðandi eigur at verða avtikin.
Kapitalur fluttur úr vinnulívinum
Ikki einans húsarhaldini hava økt sína skuld. Vinnufyritøkurnar høvdu, tá komið var um 1. hálvár 2007, økt sína skuld við 55 pst. samanborið við somu tíð árið fyri. Tað er lítið, sum bendir á, at fyritøkurnar hava økt íløgurnar samsvarandi. Trúligari er, at matað verður burtur av kapilalgrundarlagnum undir fyritøkunum. Fyritøkur eru keyptar og seldar – fleiri av teimum hava sitið við fiskiloyvum, sum harvið eru blivin kapitaliserað – og tað hevur havt við sær, at eginkapitalur er tikin út úr vinnuni, og fremmandafígging er komin í staðin. Hesum má ansast eftir.
At innflyta arbeiðsmegi?
Stóri vøksturin í búskapinum hevur havt við sær eyðsýndar trongar á arbeiðsmarknaðinum. Tí verður umhugsað at lata føroyska arbeiðsmarknaðin meira upp fyri útlendskari arbeiðsmegi úr ES-londunum. Tað kann verða ein góð loysn, men tað er ein veruleiki, at gestaarbeiðarar mangan vísa seg at verða innflytarar. At innflyta arbeiðsmegi vil vituliga geva okkum tær hendur, sum í dag tróta. Men hesir nýggju íbúgvar fara við tíðini at viðføra økt krøv til samfelagsins infraskipan í breiðari merking – krøv, sum vit mugu vera til reiðar at lúka.
At avtaka stuðulsskipanir kann loysa arbeiðsmegi
Í hesum samanhanginum, har umhugsað verður at innflyta arbeiðsmegi, liggur nær eisini at hugsa, um ikki vit binda meira arbeiðsmegi enn neyðugt er í pørtum av arbeiðsmarknaðinum. Tað er eyðsýnt, at tað fer at loysa arbeiðsmegi úr fiskavirkjunum, um fiskavirkisskipanin hjá ALS verður avtikin. Eins eyðsýnt er tað, at vit fara at fáa ein effektivari heimafiskiflota, um hesin ikki longur skal hava skyldu til at landa ein part av veiðini í Føroyum. Samanum tikið er stóra búskapargongdin í løtuni eitt gott høvi til at endurskoða ymsu stuðulsskipanirnar.
Tórshavn, 29. oktober 2007
BÚSKAPARRÁÐIÐ
Formansskapurin




