Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óheppið at røkja tvey fulltíðarstørv

John William Joensen

Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri og býráðslimur fyri Tjóðveldi fer neyvan at atkvøða fyri at borgarstjórin í Klaksvík kann røkja borgarstjóra starvið samstundis sum hann er tingmaður. Hann undirstrikar tó at málið er ikki viðgjørt enn í samgonguni.

Seinast tað var aktuelt valdu vit at loyva borgarstjóranum í eitt stutt tíðarskeið at verða tinglimur, men síðani er eldraøkið eisini lagt út til kommunurnar at umsita og sjálvur havi eg alla tíðina hildið tað verða sera óheppið at borgarstjórin í so stórari kommunu sum Klaksvík samstundis er tingmaður. Vit hava tó ikki viðgjørt spurningin í Tjóðveldi og í samgonguni og tí fari eg at bíða við at taka støðu til vit hava viðgjørt málið í býráðsmeirilutanum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.