Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óheppið at vekta Riddarakrossin upp ímóti Stórriddarakrossinum

John William Joensen

sigur fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, sum sjálvur eisini hevur fingið íslendska Stórriddarakrossin

Segði nei takk til Poul Nyrup
Í januarmánaða í 1998 kom danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen á eina sjarmu-vitjan í Føroyum og tá takkaði føroyski løgmaðurin, Anfinn Kallsberg nei til Danska riddarakrossin. 

– Hetta var jú í januarmánaða beint undan at hin sokallað bankakanningin skulid handast í februarmánaða og við at taka ímóti danska riddarakrossinum hevði eg verið við til at stilla sjógvin millum donsku og føroysku myndugleikarnar – og tað vildi eg ikki verða við til sum støðan var tá.
– Seinri, tá so Íslendski forsetin kom á almenna vitjan í Føroyum og mær stóð í boði at fáa Stórriddarakrossin, takkaði eg ja.
– Tá so Drotningin vitjaði í Føroyum í 2005 stóð mær aftur í boði at fáa riddarakrossin og tá takkaði eg ja.

Ikki rætt at gera mismun
– Íslendski stórriddarakrossurin og danski riddara krossurin verða jú givnir fyri at heiðra fólk, sum hava gjørt ein góða innsats og tað eru ikki bara løgmenn og politikarar, sum eru heiðraðir á hendan hátt. 

– Øll tey norðurlendsku londini hava slíkar skipanir og tær líkjast ógvuliga nógv og tí haldi eg tað vera óheppið at ein ger mun á. 

– Eg havi alla virðing fyri teimum, sum hava tað, sum prinsipp ikki at taka ímóti slíkum, men um ein tekur ímóti – so eigur ein at taka ímóti og ikki seta teir í ymiskar básar.
– Tá vektar ein teir upp móti hvørjum øðrum og tað haldi eg vera sera óheppið.