Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óheppið tíðindaskriv

Oliver Joensen

So skjótt tíðindaskrivið um uppsagnirnar umborð á Atlantic Navigator vórðu lagdar út á heimasíðu okkara, fingu vit fleiri uppringingar frá konum heima, ið einki vitstu.

Í tíðindaskrivinum, sum vit fingu kl. 0801 ímorgun stóð at uppsagnarskriv var sent manningini á Atlantic Navigator, men sum skilst er uppsagnarskrivið ikki enn komið til tey avvarandi og tí hevur telefonstormur verið her ímorgun, um tað veruliga passar at tey eru uppsøgd umborð, so sum Norðlýsið skilir, so veit manningin umborð lítið annað enn tað sum stendur á heimasíðu okkara.
Hetta er helst óheppið fyri tey, sum nú bráðliga standa á berum og áttið uttan ivað at verið handfarið annarleiðis, soleiðis at tíðindaskrivið ikki var sent fyrr enn vissa var fyri at tey, uppsagnirnar raktu fyrst fingu boðini.