Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óheppin stjórasetan

Maskinmeistarafelagið

Týskvøldið í hesari vikuni boðaði Johan Dahl, landsstýrismaðurin í Vinnumálum frá, at hann hevði sett stjóran í Sjóvinnustýrinum til at vera fyribilsstjóra á Strandferðsluni.

Týskvøldið í hesari vikuni boðaði Johan Dahl, landsstýrismaðurin í Vinnumálum frá, at hann hevði sett stjóran í Sjóvinnustýrinum til at vera fyribilsstjóra á Strandferðsluni.

Høvuðsuppgávurnar hjá Sjóvinnustýrinum eru at seta krøv til og hava eftirlit við sjóvinnuni. Hesar uppgávur umfata bæði teknisk krøv til skip og krøv viðvíkjandi manning av skipum. Samanumtikið skal stovnurin tryggja og hava eftirliti við, at trygdin er í lagi samsvarandi galdandi reglum.

Strandfaraskip Landsins er at meta sum eitt reiðarí við øllum teimum uppgávum, sum eitt reiðarí hevur, harundir at lúka tey krøv viðvíkjandi skipum og manningum, sum Sjóvinnustýrið setir.

Lógin um trygd sjónum hevur eisini greiðar ásetingar um, at stjórin á Skipaeftirlitinum ikki hevur loyvi til at fáast við reiðaravirksemi. Í fráboðanini týskvøldið varð einki sagt um, at nakar annar varð settur sum stjóri í Sjóvinnustýrinum og hetta kundi bent á, at landsstýrismaðurin ikki kendi nevndu áseting. Eftir at víst var á hesar reglur í fjølmiðlum mikudagin, komu so tíðindini hósmorgunin um, at ein annar persónur er settur sum fyribilsstjóri í Sjóvinnustýrinum.

At tveir so týðandi almennir stovnar verða stjórnaðir av fyribilsstjórum er í sjálvum sær óheppið, men tað er serstakliga óheppið, at júst stjórin á Sjóvinnustýrinum fekk hesa nevndu uppgávu.
Við hesum kann tað lættliga sáðast ivi um hansara óheftni, tá ið hann aftur sum stjóri á Sjóvinnustýrinum skal til at seta krøv og hava eftirlit við sama stovni, sum hann nú stjórnar.

Tað kann meiri enn so koma fyri, at Strandfaraskip Landsins hevur trupult við at lúka ymisk krøv og at stovnurin tískil má fáa frávik frá galdandi meginreglum. Í slíkum málum er tað sjálvandi av størsta týdningi, at eftirlitsmyndugleikin er fullkomiliga óheftur av viðkomandi reiðaríi.

Eftir okkara tykki hevur Vinnumálaráðið við avgerðini um at seta stjóran í Sjóvnnustýrinum til fyribilsstjóra á Strandfaraskipum Landsins tikið eina avgerð, sum framyvir minkar munandi um álitið á Sjóvinnustýrinum við atliti til krøv og eftirlit við Strandfaraskipum Landsins.

Tórshavn, 20. desember 2013

Maskinmeistarafelagið