Botnstríðið í Effodeildini snýr seg nú einans um TB og KÍ.
Botnstríðið í Effodeildini snýr seg nú einans um TB og KÍ.
Skráin er trupul hjá TB og KÍ
Hyggja vit eftir skránni, sum liðini hava eftir, so eru truplir dystir eftir hjá øllum.
KÍ hevur hesar dystir eftir: EB/Streymur(heima), AB(úti), Víkingur (úti) og 07Vestur (heima).
TB hevur hesar dystir eftir: AB (heima), B36 (úti), HB (úti) og Víking (heima).
Leikbann spæla inn
Nú kappingin er komin so langt, so fara liðini at blíva harðari rakt av leikbannum, tí nógvir leikarar nú liggja á markinum til at sita uttanfyri vegna ov nógv gul kort. Hjá KÍ sita Álvur Christiansen og Jóhan Jacobsen uttanfyri til dystin leygardagin, tá Pætur Dam Jacobsen annars er leikbannaður hjá EB/Streymi. TB hava einki leikbann, men Óli Johannesen, Ndende og Eirikur M. Ellendersen mangla bara eitt gult kort til leikbann.
Vikuskiftið er týdningarmikið
KÍ møtir EB/Streymi leygardagin, sum KÍ tvær ferðir í ár hevur fingið javnleik ímóti í Klaksvík. Men hinvegin hevur EB/Streymur ikki tapt í Klaksvík í 10 ár. TB hevur á pappírinum nakað lættari dyst, tá teir møta AB heima. Fyri KÍ kann ein sigur leygardagin merkja, at KÍ nærum hevur bjargað sær – um TB tapir sín dyst sunnudagin – meðan eitt tap kann koyra KÍ undir strikuna – um TB vinnur sín dyst. Tí stendur sera nógv uppá spæl leygardagin í 4. seinasta umfarinum í Effodeildini.
Dystirnir í botnstríðnum eru:
Leygardagin kl. 15.00: KÍ-EB/Streymur
Sunnudagin kl. 15.00: TB-AB




