Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ójavnt er býtt

Danial Viðoy

Veðrið: Ímeðan bilar hava verið undirkavaðir í Føroyum, fólk ikki eru sloppin til hús orsakað av nógva kavanum og vindinum, hevur verið heilt annarleiðis hjá føroyingum í Keypmannahavn. Nakrir fáir dropar, eitt sindur av vindi, tá ið tað leikaði harðast á, men annars stilli og avbera gott veður.

Keypmannahavn, Oyrasundskollegie: Tað er eitt sindur munur á veðurlagnum í Keypmannahavn og Danmark annars í mun til sera harða veturin heima í Føroyum. Tað kunnu vit skjótt gerast samd um.

Í vikuni kundi oyrasundsbúgvin einans fylgja við á sosialu miðlunum um veðurføst fólk, skalvar og um baby-boomið, sum væntast at koma seinni í ár, orsakað av vantandi streymi og ikki-útfarandi-veðri.

Í morgun er veður-mótsetningurin eisini stórur, kanska ikki líka stórur sum fyrr í vikuni. Soleiðis sær tað út í Keypmannahavn í morgun: