Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ójøvn hvíld

Jákup Ósá

Meðan EB/Streymur hevur 5 daga hvíld til fyrru hálvfinalunaí steypakappingini, so hevur KÍ einans 3 dagar. KÍ hevur ikki havt ynski um atflutt nakran dyst.

 

Mikukvøldið verður fyrra hálvfinalan í kappingini umløgmanssteypið. EB/Streymur vitjar í Klaksvík. Fyritreytirnar undan dystinumeru ymiskar við tað, at EB/Streymur hevur hvat munandi longri hvíld.EB/Streymur spældi í Fuglafirði fríggjakvøldið, meðan KÍ spældi sunnudagin mótiNSÍ. Jákup Martin Joensen er formaður i kappingarnevndini og hann hevur ikkihoyrt nakað um nakra ónøgd.

           – Vit hava ikki hoyrt eitt orð um, at dystirnirliggja soleiðis. Kappingin bleiv løgd í desember og tá visti man ikki, hvør komí hálvfinaluna. Men hevði KÍ í hesum føri havt ynski um at flutt dystirnar,soleiðis at bæði KÍ og EB/Streymur høvdu havt eins langa hvíld, so høvdu vit avgjørthugt uppá tað, men eingin fyrispurningur er komin. Tí gangi eg útfrá, atfeløgini eru nøgd, sigur Jákup Martin Joensen.

So hóast ójavna hvíld, so hevur KÍ í hesum føri ikki mett, at hetta hevur verið nóg stórur vansi til at flutt nakran dyst. Dysturin millum KÍ og EB/Streym verður mikukvøldið kl. 18.00í Klaksvík.