Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ókendu Føroyar

John William Joensen

Ingi Sørensen hevur júst latið upp sera forkunnug myndaframsýning, í hølunum hjá Leif Mohr á Kambsdali.

Ein heilt serliga vøkur myndaframsýning.
Ingi Sørensen hevur júst latið upp sera forkunnug myndaframsýning, í hølunum hjá Leif Mohr á Kambsdali.

Ingi Sørensen er kavari og hevur tikið hópin av myndum á havsins botni kring Føroyar. Á henda hátt verður latið
upp fyri teimum ókendu Føroyum.

Ingi fer at sýna fram 33 stórar og heilt serliga vakrar myndir, umframt at hópin av øðrum myndum frá havsins botni  kring Føroyar, verða sýndar fram á flatskermi.

“Tað sum eg vil við mínum myndum er at vísa fólki, føroyingum sum útlendingum, at vit í Føroyum hava ein
fantastiska vakran og reinan heim, sum er beint undir vatnskorpuni kring allar oyggjarnar”
, sigur Ingi Sørensen,
ið eisini hevur eitt yvirskipað sikti við litføgru myndunum.

“Eg ivist ikki í, at myndirnar kunnu skunda undir menningina av einari veruligari kavaratourismu í Føroyum.
Milliónir av fólki ferðast kring allan heim at kava og her standa Føroyar ikki aftan fyri tey nógvu kendu ferðamálini.
Heldur er tað beint tvørtur ímóti. Við hesari framsýning vil eg skapa virðing fyri havinum og øllum tí vakra og dekorativa,
sum har er at síggja.”

Leygardagin 26. september, verður tunnilsdagur, í tí sambandi hava vit opið frá kl 10.00 – 19.00, og bjóða
ókeypis kaffi, kakao og køkur allan dagin.

Upp og afturlatingartíðirnar hjá LM Handlinum á Kambsdali eru annars hesar:

Mán. – Frí. 08.00 – 17.30
Leyg. 10.00 – 13.00