Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin í eina viku

John William Joensen

Eftir hátíðarhaldið sunnudagin 29. apríl tá tunnilin alment verður tikið í nýtslu verður ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoya- og Vágatunnilin fram til 7. mai


Á tíðindafundi í býráðshøllini í Klaksvík seinrapartin hevði formaðurin fyri Norðoyatunnilin, Bergur í Garði, eina gávu til Føroyingar.
– Nevndin fyri Norðoyatunnilin hevur gjørt av at tað skal vera ókeyps at koyra ígjøgnum tunnilin frá tí at tunnilin letur upp tann 29. apríl kl. 16:30 til á miðnátt sunnudagin 7. mai.
– Vit hava eisini gjørt av talu við nevndina fyri Vágatunnilin um at tað somuleiðis verður ókeypis í sama tíðarskeiði at koyra ígjøgnum Vágatunnilin.
Sosatt sleppa allir føroyingar at koyra ókeyps ígjøgnum báðar undirsjóartunnlarnar eina heila viku fram til 7. mai.