Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin í seinasta lagi 2016 og Norðoyatunnilin í 2020

John William Joensen

Eftir at Norðlýsið bað advokatarnar, Bjørn á Heygum og Jógvan Páll Lassen um at nærlesa lógirnar um Norðoya- og Vágatunnilin er púra greitt at bummgjøldini vóru og eru bert ætlaði til at afturrinda lánsgjøldini, og sambært stjóranum í tunnilsfeløgunum Uni Dánielsen verða lánini í Vágatunnlinum niðurgoldin í 2016 og Norðoyatunnlinum í 2020. Við verandi gongd verður hetta tó nakað fyrr tí seinastu lánsgjøldini í Vágatunnlinum verða kanska rinda longu í ár.

Eftir at Norðlýsið bað advokatarnar, Bjørn á Heygum og Jógvan Páll Lassen um at nærlesa lógirnar um Norðoya- og Vágatunnilin er púra greitt at bummgjøldini vóru og eru bert ætlaði til at afturrinda lánsgjøldini.

Bjørn á Heygum:

Út frá hesum kann síðan staðfestast, at ongin ætlan hevur verið – ella fyribils er – um at afturrinda Landinum kostnaðin av at seta partapening í felagið.

Tá tað somuleiðis er tilskilað í viðmerkingunum, og henda orðing er nýtt nevniliga: “At partur av hesi upphædd, skal tó fíggjast við bummpengainntøkum”, so landskassans partur verður tilsamans 225 mió kr, so er tað bert hesin partur, sum skal fíggjast við bummpengum – og ikki landskassans partur!

Við øðrum orðum, so er útveganarkostnaðurin í § 1 stk. 3 samb. viðmerkingarnar at javnmeta við lánsfíggjaða íløguna, og tá henda er afturgoldin, skal alt anleggið uttan viðurlag avhendast Landinum til ognar.

Tað er ein sannroynd at orðingin í lógini reint bókstaviliga er í andsøgn við viðmerkingarnar, tá útveganarkostnaðurin í princippinum er samlaði kostnaðurin fyri íløguna íroknað partapeningin.

Hóast hetta, og tá viðmerkingarnar heilt greitt stuðla undir ta fatan, at partapeningurin ikki skal afturrindast við nýtslugjøldum, so má leggjast til grund, at ætlanin ongantíð hevur verið, framhaldandi at áleggja nýtslugjald eftir at lánini eru goldin.

Lánið í Norðoyatunnlinum var 160 mió.

Eftir upprunaligu afturgjaldstíðini skuldu lánini verða afturgoldin í 2020, men tunnilin er 26. mió. frammanfyri og skuldin ultimo 2012 er 59,3 mió. Kr.

Lánið í Vágatunnlinum var 135 mió.

Upprunaliga skuldi láni verið afturgoldið des. 2016 men skuldin ultimo 2012 var 17,7 mió. og tí verður tunnilin útgoldin longu í ár.

Les meira her