Í samband við steypafinaluna í Havn í morgin millum Stjørnuna og VB skipar stuðulsfelagið hjá Stjørnini fyri ókeypis bussambandi til Havnar og heimaftur eftir dystin.
Farið verður frá KÍ-høllini leygarmorgunin kl. 11:30.
Tilmelding hjá einum av nevndarlimunum innan kl. 10:00 leygarmorgunin.
Frá Stjørnuni frætta vit, at áhugin fyri dystinum millum Viðhaldsfólkini er stórur, og vænta og vóna tey, at noroyðingar møta mannssterkir upp fyri at stuðla Stjørnuni.




