Í dag byrjar ein tann størsta marknaðarherferðin hjá Shell nakrantíð, og heldur hon fram nakrar vikur fram yvir.
Tilboðið sum Shell bjóðar sínum kundum, er ein ókeypis Ferrari-model bil, hvørjaferð kundin bunkrar bilin, á einari Shellstøð í Føroyum. Tað eru 6 ymisk Ferrari-modellir og eru allir bilarnir líka stórir og snøggir.
Shell hevur í nógv ár haft tætt tilknýti til Ferrari. Serliga hevur tað verið samstarvið um smyrjioljuna hjá Shell – Helix og Formul 1.
Marknaðaleiðari hjá Shell, Niclas Heri Jákupsson, sigur í stuttari viðmerking, at tað er stuttligt at Shell í Føroyum, kann njóta gott av, at altjóða Shell hevur samstarv, við eitt so gott bilmerki sum Ferrari.
Model-bilarnir sum Shell gevur sínum kundum, hava eina høga góðsku og kunnu trekkjast upp, og á hendan hátt koyra sjálvir.




