Sambært roknstykki sum var høvuðstíðindi í Kringvarpinum á middegi kostar tað tí almenna fimm ferðir so nógv, at taka ímóti einum barni á Suðuroyar Sjúkrahúsi enn á Landssjúkrahúsinum. Orsøkin er, at jarðarmøðurnar í Suðuroy taka ímóti lutfalsliga færri nýføðingum, enn starvsfelagirnir í høvuðsstaðnum, var niðurstøðan hjá Kringvarpinum. Men verður sami rokniháttur brúktur til Klaksvíkar Sjúkrahús so er tað púra ókeypis fyri Føroyska samfelagið at barnakonur eiga á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
Sambært roknstykki sum var høvuðstíðindi í Kringvarpinum á middegi kostar tað tí almenna fimm ferðir so nógv, at taka ímóti einum barni á Suðuroyar Sjúkrahúsi enn á Landssjúkrahúsinum. Orsøkin er, at jarðarmøðurnar í Suðuroy taka ímóti lutfalsliga færri nýføðingum, enn starvsfelagirnir í høvuðsstaðnum, var niðurstøðan hjá Kringvarpinum. Men verður sami rokniháttur brúktur til Klaksvíkar Sjúkrahús so er tað púra ókeypis fyri Føroyska samfelagið at barnakonur eiga á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
Kringvarpið hevur rokna seg fram til at tær báðar ljósmøðurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsið tóku ímóti 25 børnum í fjør. Tað svarar til, at hvør nýføðingur kostaði 56.700 at bera í heim.
Á Landssjúkrahúsinum vóru lønarútreiðslurnar til tær sekstan ljósmøðurnar í fjør 6,7 milliónir krónir. Tær tóku ímóti 590 børnum. Tað svarar til 11.400 krónir fyri hvørt barn.
Og niðurstøðan hjá Kringvarpinum er at í fjør kostaði tað sostatt næstan fimm ferðir so nógv, at taka ímóti einum nýføðingi á Suðuroyar Sjúkrahúsið sum á Landssjúkrahúsinum.
Villleiðandi roknistykki.
Um sama roknistykki verður brúkt til Klaksvíkar Sjúkrahús har eingin ljósmóður er í starvið longur, so kostaði einasti nýføðingurin sum var føddur á Klaksvíkar Sjúkrahúsið í fjør ikki føroyska samfelagnum eina krónu. So sambært rokniháttinum hjá Kringvarpinum er tað ókeypis fyri føroyska samfelagið um barnakonur velja at eiga á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
Veruleikin er tann at tá føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið var niðurløgd og barnakonurnar fluttar til Landssjúkrahúsið at eiga var grundgevingin tann at hetta skuldi verða so nógv tryggari fyri barnakonurnar. Víst var á at á Landssjúkrahúsinum er altíð ein narkosulækni og ein barnalækni til at taka tá barnakonur skuldu eiga umframt onnur serlæknastørv, sum eisini eru til at taka. Fleiri av hesum serlæknunum finnast ikki á smærru sjúkrahúsunum og tí átti Kringvarpið sjálvandi at tikið allan kostnaðin við – tá barnakonur eiga á landssjúkrahúsinum. Men tá gerst roknistykki trupult og í veruleikanum veit eingin hvat ein nýføðingur sum kemur í verðina á Landssjúkrahúsinum kostar føroyska samfelagnum.
Eykakostnaður fyri foreldur og samfelag
Hinvegin er tað nógv sum talar fyri at tað at ætlanin er at miðsavna allar barnsburðir á Landssjúkrahúsinum hevur eyka kostnað við sær fyri baði samfelag og foreldur.
Neyðugt verður í nógv størri mun hjá barnakonum at flyta til Havnar tá barnsburðurin nærkast og fyri kortum var eitt dømi sum kanska ikki er eindømi.
Ein barnakona sum var komin at eiga varð sett ígongd – sum tað eitur – men av einari ella aðrari orsøk hendi einki. Av tí at hon var búsitandi í Norðoyggjum, kundi hon ikki fara heim aftur, og endin var at baði hon og maðurin vóru innløgd á Landssjúkrahúsinum í tvey samdøgur.
At barnakonur við serligum tørvi fáa alla tað viðgerð og umsorgan sum neyðug er – er sjálvssagt – men tá talan er um í flestu førum nátúrligar barnsburðir er tænastan sum smærru sjúkrahúsini kunnu veita kanska baði bíligari og betri fyri samfelagið og barnakonurnar.
LES EISINI: ST FELAGSKAPURIN WHO MÆLIR TIL AT DESENTRALISERA FØÐIDEILDIR




