Forkela teg sjálva við einum ókeypis makeover.
Lær at leggja eina dárandi makeup hósdagin. 15 oktober á Tjaldurs Apoteki og fríggjadagin 16. oktober á Norðoya Apoteki. Tú fært leiðbeining í litum og teknikki, og tú fært eina makeup, ið passar akkurát til tína typu, bara tú biður um tíð frammanundan!
——
Lítli spegil á vegginum har…
Vakurleiki kemur innanífrá, og tað er tað innara og ikki tað ytra, ið hevur týdning. Latið okkum staðfesta tað alt fyri eitt! – Men við at beina øll tey útjabbaðu innantómu orðini vilja vit jú allar verða stuðlaðar (sig tað bara) og hava at vita, at vit eru bedárandi…
Uttan óektað innihaldsevni
Nú ber til at síggja væl út og sleppa undan skaðiligum evnum sam- stundis við, at tú hugsar um umhvørvið. Tjaldurs Apotek og Norðoya Apotek fáa nú ta frálíku fronsku makeup’ina Elysambre.
Elysambre er uttan kemisk litevni, parfumu ella parabenur. Serian er ikki roynd við djórum, og ein stórur partur av seriuni er váttað vistfrøðilig. Harumframt er Elysambre grundað á “refill”, ið bæði gagnar umhvørvinum og sparir pengapungin. Í seriuni er alt, ið tú hevur brúk fyri til at leggja eina vakra makeup.
Ókeypis makeover:
TJALDURS APOTEK: HÓSDAGIN 15. OKTOBER FRÁ KL. 12
Bílegg tíð á tel. 34 1100 í seinasta lagi týsdagin 13. oktober
NORÐOYA APOTEK: FRÍGGJADAGIN 16. OKTOBER
Bílegg tíð á tel. 45 5055 í seinasta lagi mikudagin 14. oktober




