Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ókeypis útferð til Havnar at stuðla KÍ

John William Joensen

Í samband við at finalan í kappingini um Løgmanssteypið millum KÍ og B36 verður leikt leygardagin 14. oktober 2006 kl. 15.00 á Tórsvølli, skipar áhugafelagið hjá KÍ fyri ókeypis útferð til høvðusstaðin.

Fróði Isaksen, frá KÍ stuðlum, sigur at farið verður frá Sandinum leygardagin kl. 13:00.

– Vit í áhugafelagnum hava avgjørt at rinda fyri bussin og vit leggja dent á at túrurin er fyri alla familjuna, børn sum vaksin.

– Sum sagt so er baði útferðin og heimferðin ókeypis men fólk mugu tó sjálvi gjalda fyri atgongumerkið til Tórsvøll.

– Fyri at vit nøkunlunda skulu vita hvussu nógv koma við heita vit á fólk um at tekna seg á telefon 227639.

– Seinasta freist at tekna seg er fríggjakvøldið um nátturaðtíð, sigur Fróði Isaksen frá KÍ-stuðlum.

Forsølan er byrjað og atgongumerkini kunnu keypast á Statoilstøðini í Klaksvík.
Atgongumerkini kosta 100 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn. (Vaksin er 17 ár og eldri – børn er 0-16 ár)