Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Økið kring Vøruhúsið er ikki við í raðfesting hjá teknisku nevnd

John William Joensen

Heri Hammer, býarverkfrøðingur, sigur at asfaltarbeiði verður gjørt eftir einari fastari raðfesting

– Parkeringsøkið sunnanfyri Vøruhúsið er gjørt úr tilfarið frá Norðoyatunnlinum og vit hava slætta økið og fara sjálvandi at halda tað í góðum standi til ein ætlan er gjørd.

– Tekniskanevnd hevur gjørt eina raðfesting av asfalteringsarbeiði kring um í býnum og økið kring vøruhúsið er ikki við á hesi raðfestingini í ár.

– Í samband við býarplanin eru vit í ferð við at gera planir fyri økið kring vøruhúsið, men hetta arbeiði er ikki liðugt.

– Økið skal sjálvandi verið ruddilig og slætt og tí havi eg sent fólk at hyggja eftir hvat gerast kann fyri at betra umstøðurnar, men talan verður ikki um at asvaltera í ár, sigur Heri Hammer, býarverkfrøðingur.