Í hesi vikuni kemur forvitnislig bindibók út við bindi- og hekliuppskriftum til børn og vaksin umframt nøkrum uppskriftum til dukkur, bamsur og hundar.
Tað er unga Lamba-kvinnan Sunneva Mohr, ið hevur staðið fyri bókini. Talan er um eitt stuðulstiltak, har allar inntøkur fara óskerdar til barnaheimið “Char Fasson Orphanage” í Bangladesj.
Sunneva Mohr, ið er útbúgvin námsfrøðingur, hoyrdi um barnaheimið frá eini vinkonu, ið starvast fyri ein altjóða felagsskap í Bangladesj. Umstøðurnar hjá dreingjunum rørdu hana djúpt og hon setti seg í samband við barnaheimið. Hetta gjørdist byrjanin til eitt samstarv, ið hevur við sær, at Sunneva Mohr fer til Bangladesj at vitja barnaheimið í november.
Um barnaheimið
Barnaheimið “Char Fasson Orphanage” liggur í sunnara partinum av Banglahesh í einum øki, sum nevnist Bhola. Umstøðurnar at dyrka jørðina í hesum øki eru vánaligar, og økið er millum tey fátækastu og minst mentu í øllum landinum.
Barnaheimið varð bygt í 1972, eftir at ein flóðalda hevði kravt hundraðtúsundtals mannalív í 1970. Tað búgva umleið 100 dreingir í aldrinum 6-16 ár á barnaheiminum. Dreingirnir hava antin mist annað ella bæði foreldrini, ella hava foreldrini ikki ráð/møguleika at hava teir búgvandi heima. Sjey starvsfólk eru knýtt at heiminum. Fleiri av starvsfólkunum og eisini leiðarin á heiminum hava sjálv búð á barnaheiminum. Haraftur arbeiða sjálvboðin fólk ymsastaðni úr heiminum á Char Fasson Orphanage. Starvsfólkið arbeiðir nærum alt samdøgrið fyri sera lítla løn.
Barnaheimið verður rikið við stuðli frá stjórnini í Bangladesh, men av tí at fíggjarligi stuðulin er so lítil, eru umstøðurnar hjá dreingjunum sera vánaligar. Dreingirnir sova saman tveir og tveir í einkultum songum, hurðarnar kunnu ikki læsast, og ongir rútar eru í vindeygunum. Barnaheimið hevur ikki lagt inn vatn ella vesi. Matur er heldur ikki nógvur av. Dreingirnir fáa tríggjar smáar máltíðir um dagin, við eitt sindur av rísi og grønmeti.
Hóast umstøðurnar eru vánaligar, eru dreingirnar sera takksamir fyri tað, teir hava, og teir vita, at búðu teir ikki á barnaheiminum, hevði støðan verið munandi verri. Barnaheimið leggur stóran dent á, at dreingirnir skulu ganga í skúla og nema sær útbúgving. Dreingirnir hjálpa eisini til við at dyrka jørðina, sum hoyrir til barnaheimið.
Til ber at lesa meira um barnaheimið og síggja myndir á: http://charfassonchildrensfund.org/
Vinningurin av “Okkara bindibók”
Fyrireikararnir av tiltakinum hava avgjørt, at ein partur av vinninginum av “Okkara bindibók” fer til barnaheimið skjótast gjørligt. Hesin peningur skal nýtast til mat og klæðir til dreingirnar. Restin av vinninginum fer í ein grunn, ið er stovnaður til endamálið. Barnaheimið kann síðani søkja um pening úr hesum grunni til ymiskar verkætlanir.
Vælvildin hevur verið ótrúliga stór, og bæði einstaklingar, fyritøkur og handlar hava stuðlað tiltakinum á ymsan hátt. Tey ið hava fyrireika tiltakið eru sera fegin og stolt um úrslitið og vóna at „Okkara bindibók“ kann vera til íblástur, samstundis sum tiltakið vónandi kann vera við til at bøta um livikorini hjá børnunum á Char Fasson Orphanage”.
Bókin kostar 100 krónur, og fæst til keyps í flest øllum tógv handlum í landinum




