Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Okkara framtíðar Klaksvík

Jóhann Lützen

Okkara ungu borgarar ynskja m.a., at Klaksvíkar býráð í hægri mun raðfestir “finish”, umframt eina miðbýarætlan, sum knýtir býin meira saman.

 

 

Landsslagið í kommununi er sera vakurt, og tað eigur eisini at vera galdandi fyri býarøkið, varð sagt

5 ungir borgarar høvdu framløgu um “Okkara framtíðar Klaksvík”. Púra óroynd, men kortini so djørv og dugnalig. Vit takka fyri tykkara íkast og gleðast um, at ungir borgarar taka orðið og ikki minst, at fólk møta til slík tiltøk

Framløgurnar høvdu: Ida Linklett, Heri Vang Hermann Samuelsen, Malena Viberg, Annika Kunoy Im og Stratos Karaververis.

 

Rusk bingo og rudding í Borðoyarvík

Beint áðrenn framløgurnar í Vapinum høvdu KFUM og K skótarnir skipa fyri Rusk bingo og rudding í Borðoyarvík. Aftaná varð grillað skúmgóðgætið og sneisabreyð. Huglagið var sera gott, og nógv rusk varð samlað uppá stutta tíð