Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Okkara maður í Hollandi

Oliver Joensen

Nú KÍ-kvinnurnar fóru til Hollands í morgun, hava Internet Norðlýsið og KÍ-heimasíðan gjørt avtalu um samstarv. Vit fara eftir førimuni at leggja út á netið úrslitini, so hvørt dystirnir verða leiktir.

Okkara maður í Hollandi er Heri Ellingsgaaard. Heri fer at sita við telefonina tá dystirnir hjá kvinnunum verða leiktir og síðani fara vit at leggja út á netið so hvørt. Samstundis hevur Heri lagt eitt link inn á heimasíðuna hjá KÍ, soleiðis at tey, ið vitjað har lættliga sleppa framat tilfarinum í Norðlýsinum.
Vit fara at vóna at alt fer at rigga sum vit hava lagt til rættis og fara hervið at ynskja kvinnunum góða eydnu við stóru uppgávuni.

Harleyfacadeacryl