Landsfundur Javnaðarfloksins staðfestir, at føroyska samfelagið ongantíð hevur havt so stórar inntøkur sum nú. Vit hava allar fortreytir fyri at skapa eitt sterkt, samhaldsfast samfelag, har øll hava javnbjóðis møguleikar at skapa sær eina góða og trygga tilveru og at mennast í felagsskapinum.
Landsfundur Javnaðarfloksins staðfestir, at føroyska samfelagið ongantíð hevur havt so stórar inntøkur sum nú. Vit hava allar fortreytir fyri at skapa eitt sterkt, samhaldsfast samfelag, har øll hava javnbjóðis møguleikar at skapa sær eina góða og trygga tilveru og at mennast í felagsskapinum.
Men hóast vit eru eitt av heimsins ríkastu londum, so brúka vit ikki hetta gylta høvið, og mong eru tey, sum ikki klára at svara hvørjum sítt, hóast tey arbeiða hvønn dag.
Javnaðarflokkurin vil hava landsins leiðslu og føra samfelagið aftur á kós. Málið er ein haldførur búskapur, at inntøkurnar skulu økjast – og býtið av teimum skal vera javnari.
Ein umskipan av fiskivinnuni skal skapa størri inntøkur:
– Lívfrøðiligu tilráðingarnar skulu fylgjast, so mongdin av fiski, sum kann veiðast hvørt ár, í longdini verður størri.
– So líðandi verður farið til eina skipan, har fiskirættindi verða seld í longri og styttri tíðarskeið. Hetta tryggjar bæði, at nýggj fólk sleppa framat í vinnuni, og at tey, sum eru í vinnuni, kunnu leggja til rættis fleiri ár fram.
– Politiska detailstýringin av vinnuni skal halda uppat. Í staðin fyri, at rættindi verða latin skipum, skulu tey latast reiðarum, sum sjálvir kunnu leggja fiskiskapin til rættis.
– Ein partur av uppsjóvarkvotum Føroya skulu býtast um við botnfisk á fjarleiðum, so heimaflotin fær betri møguleikar at klára seg.
Hálvering av barnaansingargjaldinum skal bøta um korini hjá barnafamiljum og stimbra tilflyting av ungum.
Samgongan hevur boðað frá, at gjøld skulu leggjast á alivinnuna.
Javnaðarflokkurin heldur tað vera rímiligt, at henda vinna rindar fyri at nýta føroysku firðirnar, men vil tryggja, at inntøkurnar koma vanligum fólki til góðar. Tí er málið, at helmingurin av hesum inntøkum skulu latast kommununum, so tær kunnu skerja barnaansingargjaldið við einari helvt longu 1. januar 2016, og sum frá líður, at øll barnaansing skal vera ókeypis í Føroyum.
Javnaðarflokkurin góðtekur ikki, at børn liva í fátækaváða í einum so ríkum samfelag sum okkara. Tí skal samfelagið skipast soleiðis, at øll, sum arbeiða, hava møguleika at forsyrgja sær og sínum. Hetta gera vit við smidligum bústaðarmøguleikum, longri barnsburðarfarloyvi, betri lestrarmøguleikum, lægri skatti til lág- og miðalinntøkurnar og fríari barnaansing.
Javnaðarflokkurin tekur undir við ætlanum hjá SEV, at Føroyar verða hundrað prosent grønar í 2030.
Javnaðarflokkurin vil tryggja øllum eina nøktandi samhaldsfasta pensjón, har øll rinda inn og øll fáa pensjón úr somu skipan – uttan mun til inntøku ella uppsparing.
Um menniskju ikki sleppa at blóma, steðgar samfelagið upp. Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at fremja tær broytingar, sum skulu til, fyri at øll fáa somu møguleikar at nýta síni evni.




