Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Okkum er sent: 15,- krónur pr. bankaflyting, tí tær skulu niður til DK at venda!

John William Joensen

Tað er ringt hjá bankakundum at skilja, hví ein flyting frá einum púra vanligum føroyingi til eitt nú Útvarp Føroya skal út av landinum at venda, áðrenn hon kemur upp á pláss, men soleiðis er tað, og tað er ikki bara flytingin, sum fer út um landoddarnar at venda – tað kostar eisini eyka fyri brúkaran!!

Í longri tíð hevur verið eitt standandi stríð millum onkrar  føroyskar bankastjórar og Føroya Landsstýrið um rættindini at lata skrásetingar um føroyskar peningaognir fara út um landoddarnar.
Sambært galdandi lóggávu er hetta ikki loyvt, men hetta vilja føroysku bankastjórarnir ikki lata sær lynda – teir vilja hava frælsi til at velja útlendskar veitarar á økinum heldur enn føroysku fyritøkuna, Elektron, sum í mong ár hevur verið høvuðsveitarin av netloysnum og –skipanum til heimliga marknaðin.
Hesir hava lagt eitt ávíst trýst á avvarðandi landsstýrismann, sum er Høgni Hoydal varaløgmaður.

Føroysk lóg er bara
galdandi í Føroyum.
Tey, sum minnast eitt sindur aftur í krepputíðina fyrst í nítiárunum, hava neyvan gloymt tað arbeiði, sum løgtingið tá gjørdi fyri at fáa galdandi lóggávu setta í gildi fyri at tryggja, at upplýsingar um føroyingar vóru varðveittir her á landi.
Landsstýrismaðurin hevur higartil hildið fast um verandi lóg og rætt, sum er, at skrásetingar um føroyingar skulu goymast í Føroyum. Hann vísir á, at um upplýsingarnar verða latnar út um landoddarnar, verða tær uttan fyri lóggávuøkið hjá Føroya Løgtingi og verða tá ikki longur undur verju av føroyskari lóggávu.
Fyri landsstýrismannin er hetta tí eftir øllum at døma fyrst og fremst ein spurningur um prinsippir – men leggjast kann afturat, at tað er meira enn tað, sum stendur upp á spæl ….

Eisini ein
spurningur um
arbeiðspláss í Føroyum.
Elektron hevur í mong ár arbeitt seg upp til tað, henda fyritøka í dag er før fyri, og omanfyri nevnda lóg varð eisini gjørd við tí í huga, at føroysku arbeiðsplássini og serkunnleikin á økinum framhaldandi skal kunna mennast.
Men nú er aftur farið at reka hart á boyuna – Astrup og Co. vilja sleppa út av landinum við upplýsingunum um føroyskar peningaognir, her teir siga, at ein góð skipan longu er ment, sum er ivaleysa góð og trygg fyri føroyingar.
Men … umframt tað lógarprinsippiella um hvar upplýsingar skulu goymast, so kemur ein slík flyting av upplýsingum og tænastum út av landinum so ella so at kosta føroyskum edv-fyritøkum (so sum Elektron) ein part av teirra inntøku- og menningargrundarlag.
Og minka inntøkurnar – ja, so er lætt at rokna út, at hetta í síðsta enda eisini er hetta eisini ein spurningur um arbeiðspláss innan KT/EDV-vinnuna í Føroyum, tí um landsstýrismaðurin at enda hoyknar undir trýstinum frá peningastovnunum, so vil hetta so ella so – fyrr ella seinni – merkja nøkur færri vitanartung arbeiðspláss færri í Føroyum. Eingin ivi um tað!

Eykakostnaður
fyri brúkaran.
Fyri av venda aftur til yvirskriftina, so hevur hetta at brúka útlendskar skipanir eisini avleiðingar fyri kundan.
Føroysku peningastovnarnir brúka í dag eina útlendska gjaldsskipan, sum ger, at summar flytingar (til dømis útvarpsgjaldið) verður flutt umvegis útlendsku gjaldsskipanina. Tvs. at peningurin frá einum vanligum føroyingi í Føroyum til Útvarp Føroya má fara ein túr niður til Danmarkar at venda, áðrenn hann kemur á kontuna hjá útvarpinum.
Hetta í sær sjálvum er kanska ikki so áhugavert, men hinvegin merkir brúkarin tað í dag, tí hetta er heldur ikki uttan meirkostnað fyri brúkaran. Meðan ein vanlig føroysk flyting, sum verður gjørd við skivuna í t.d. Føroya Banka, kostar kundanum 3,- krónur, so kosta áður nevnda flyting til útvarpið 15,- krónur !!!