Í áhugaverdari samrøðu í blaðnum MESS, sum SMS gevur út, sigur stórsvimjari okkara, Pál Joensen, seg hava sum mál at umboða land sítt við OL í London í 2012, og hann gongur útfrá, at okkara politikarar til ta tíð hava skipað so fyri, at tað verður gjørligt.
Henda grein, sum er send Norðlýsinum, verður við hesum sett í blaðið við tí vón, at hetta kann skapa eitt konstruktivt orðaskifti um spurningin, og at okkara avvarðandi politikarar vilja taka málið upp á hægsta støði við tí í hyggju at útvega Føroyum umboðan í OL undir egnum flaggi.
= = = = = = = = = = = = = = = = =
Hugsað tær hesa støðuna í 2012:
Okkara fólkakæri svimjari hevur tikið øll á bóli og hevur vunnið seg heilt fram til eina finalu í eini kapping á Olympisku Leikunum, og allar Føroyar standa á einum enda í ovarakæti. Løgmaður hevur boðað frá, at allar Føroyar skulu taka frí í 2 tímar, meðan hendan spennandi finalan fer fram, og so at siga alt annað stendur stilt, meðan øll, sum kunnu, sita klistrað til sjónvarpsskermin fyri at síggja úrmælingin úr lítlu Føroyum.
Og tað óvæntaða hendir! Ungi úrmælingurin úr lítlu, men ríku, Føroyum vinnur enntá gull, og ein fólkaveitsla, sum ikki hevur verið at sæð í Føroyum, síðan Føroyar vunnu á Eysturríki, fer beinanvegin í gongd. Fólk, sum ikki hava hugt upp á hvønn annan í áravís, hálsfevnast í gøtunum, bilar koyra í longum røðum við fløggum út gjøgnum bilrútarnar, og í havnaløgunum hoyrast lúðrarnir frá okkara stoltastu og størstu skipum.
Føroyska tjóðin heldur ondini, tí nú trínur Føroya fyrsti olympiski gull-vinnari upp á sigurspallin. Hetta er tann stóra hátíðarløtan, og ikki eitt føroyskt eyga er turt, hvørki í London ella heima á klettunum.
Nú sýnir sjónvarpsmyndin andlitið á stolta gull-vinnaranum, og so verður tjóðsangurin spældur: TÚ ALFAGRA LAND MÍTT, meðan MERKIÐ verður vundið á stong.
….
Soleiðis er støðan ikki í løtuni!
Ímynda tær, at ein av okkara ítróttaúrmælingum skuldi staðið á sigurspallinum, meðan KONG CHRISTIAN varð spældur í hátalarunum, og DANNEBROG varð vundið í húnar hátt!!
Øll mugu væl vera samd um, at hendan seinna hugsaða støðan ikki er nøkur virðilig støða fyri okkum.
….
Hóast vit eru ein serstøk tjóð, við egnum móðurmáli, egnari mentan, væl tilskilaðum landamørkum, egnum sjóøki – tjóðin Føroyar – so kunnu vit í løtuni ikki senda okkara egnu synir og døtur at umboða okkum á altjóða støði.
Jú, á onkrum øki er tað eydnast.
Við Torleifi Sigurðsson fótbóltsforseta, sála, á odda megnaði Fótbóltssamband Føroya longu í 1979 at vinna Føroyum sæti millum aðrar tjóðir, og tí kunnu fótbóltsspælarar okkara umboða tjóðina og fólkið kring knøttin, har MERKIÐ er okkara eyðkenni, og har TJÓÐSANGURIN ljóðar undan hvørjum skrásettum landsdysti.
Men soleiðis er tíverri ikki innan aðrar ítróttagreinar. Ítróttasamband Føroya er ikki eins og Fótbóltssamband Føroya eitt altjóða góðkent sjálvstøðugt ítróttasamband, umboðandi Føroyar.
Hetta er nú um at gerast ein trupulleiki, og tí eigur hetta málið at verða tikið upp á hægsta politiska støði her heima, har Løgmaður, sum fremsti ítróttaverji lands okkara, saman við landsstýrismanninum í uttanríkismálum, eigur at taka málið fram og seta allar kreftir inn fyri at útvega okkum føroyingum rætt okkara at umboða FØROYAR við komandi olympisku leikir, soleiðis at tað ikki verður nakað annað fremmant flagg, men MERKIÐ, sum verður vundið í húnar hátt okkara vegna, og soleiðis at tað verður TÚ ALFAGRA LAND MÍTT og ikki nakar fremmandur tjóðsangur, sum ljóðar okkara vegna, tá ið synir og døtur okkara vinna okkum heiður og æru í altjóða ítróttakappingum.




