Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Okkum er sent: Tillukku við skipinum, Jógvan við Keldu!

John William Joensen

So gjørdi tú tað aftur, Jógvan, klaksvíkingar væntaðu tað, tí vit kenna tíni avrik sum borgmeistari og politikari valdur í okkara øki gjøgnum eina hálva øld.

Tú ert kendur her sum fremsti stríðsmaður fyri Klaksvík og Norðoyggjar, ikki minst tá tað ráddi um at verja vunnin rættindi fyri sjúkrahús og samferðslu, men eisini í stríðnum fyri at skapa vinnulívinum betri kor.
Tú stóðst á odda fyri at samla allar góðar kreftir fyri at leiða Klaksvík gjøgnum kreppuna í 90-árunum, – og tað eydnaðist bara væl.
Tú vart fyrsti løgtingsmaður, sum veruliga vísti á ójavnan millum miðstaðarøkið og restina av Føroyum, og sum tordi at taka verulig stig til tess at menna útjaðaran, tað sum eitt kent álit seinni nevndi "Økismenning".
hetta skapti tær nógvar fígindar innan tað altdominerandi miðstaðarpressuna líka frá fyrstu roynd tíni at bøta um ójavnan. tann ágangur tú fekst frá høvuðsstaðarpressuni hevði uttan iva fingið mangan politikara at kent seg linan í knøðunum, men tú stóðst stinnur við tíni rættvísiskrøv. virðingin vaks og við henni uppbakkingin frá veljarunum, sum førdi til, at flokkur tín valdi at seta teg í landsstýrissæti í tinganesi. M.a. við økismenningarmálum.
Og nú gjørdi tú tað aftur. tú arvaði strandferðsluna og eitt byggimál av nýggja smyrli, sum varð vorðið ein knútur. Málið var alt ov illa handfarið av undanmanni tínum – alt lá í óvissu, seinkingar, verkfall, vantandi sáttmáli um dagbøtur o.s.fr. Útlitini vóru snøgt sagt døpur fyri hesum nýggja skipi, tá tú tókst um endan.
sjálvt um tað skjótt frættist um nýggjan sáttmála og tingingar, so ivaðust øll og stúrdu fyri úrslitinum. tú boðaði frá, nær skipið skuldi latast føroyingum, men tey flestu ristu við høvdinum og smíltust.
Samlaða høvuðsstaðarpressan stóð skaðafróð og klár við skandalusøgunum, nú dagurin nærkaðist, tá Smyril skuldi handast Jógvani við Keldu og føroyingum, og tað mest spennandi var sjálvandi endaligi kostnaðurin.
Og so var tað, at tú aftur gjørdi tað. Høvuðsstaðarpressan stóð sum kánus, tikin á bóli. Hvat var hetta – tað kundi ikki vera rætt – okkurt mátti vera galið, okkurt mátti "mangla" við skipinum.
Men rætt var, fingu vit váttað frá avvarðandi myndugleikum. Undirskrivað var. Jógvan við Keldu, landsstýrismaður hevði við manning síni borið so í bandi, at nýggi smyril verður latin føroyingum heima í Føroyum 15. oktober 2005. Nýggja avhendingarfreistin væl og virðiliga hildin. Kostnaðurin 33 milliónur minni enn upprunaliga avtalað. skipið av øllum higartil sagt at vera sera snotiligt og vala handverk.
Tú gjørdi tað aftur, Jógvan. Hjartaliga tillukku og vælkomin heim við nýggjum skipi til Strandferðsluna og 33 milj. kr í skjáttuni til landsstýrið.

observer