Meirilutin í FSF hevur eftir øllum at døma sent soljóðandi skriv til formenninar í fótbóltsfeløgunum, sum síðani er sent Norðlýsinum. Skrivið er soljóðandi:
Vit undirritaðu – “meirilutin” hevur higartil ikki tikið alment til orðanna í málinum um Aðalskrivaran í FSF. Vit hava gjørt okkara besta fyri at finna loysn á málinum, sum tænir føroyskum fótbólti best – uttan at viðgerða tað í fjølmiðlunum.
Grundin til at vit ikki hava tikið undir við ætlan Forsetans um at suspendera/loysa úr starvi Aðalskrivaran er, at UEFA hevur viðgjørt málið – tikið endaliga avgerð og endað málið.
Tískil verða vit sum Starvsnevndarlimir at góðtaka hesa avgerð hjá UEFA.
Forsetin hevur ført fram at Starvsnevndin ikki er kunnað um málið. Hetta er ikki rætt, tí málið var frammi á Starvsnevndarfundi 21. mei 2008 (víst verður til Gerðabókina hjá Starvsnevndini). Vit eru samdir um at málið ikki varð nóg væl upplýst á hesum fundi. Tað sum skilir partarnar er at vit ikki meta hetta við manglandi kunning verða grundarlag fyri burturvísing. Tá endaliga avgerðin hjá UEFA var ein átala til Aðalskrivaran, taka vit tað til eftirtektar.
Okkara frágreiðing um gongdina í málinum:
Hóskvøldið 22. oct. kallaði Forsetin nevndina saman á Flogvøllinum har 2 starvsnevndarlimir skuldu møta á fundi beinanvegin teir komu úr flogfarinum seint á kvøldi – vildi ikki út við einum orði um hví fyrr enn á sjálvum fundinum. Møtti okkum Starvsnevndarlimum við Sakførara við sína lið. Legði fyri okkum skjalið frá UEFA har Ísak hevði fingið bót og karantenu fyri ólógliga sølu av atgongumerkjum. Setti saman við sakførara sínum okkum revolvaran fyri pannuna og kravdi at avgerð varð tikin her og nú um at burturvísa Aðalskrivaranum. Hesum noktaðu vit fyri. Vildu hoyra hvat Aðalskrivarin hevði at siga um málið áðrenn støðutakan. Spurdur um hví vit nevndarlimir onga orientering kundu fáa áðrenn fundin, hevur Forsetin síðan svarað, at hann hevur ikki álit á okkum.
Dagin eftir (fríggjadag) var fundur á Hotel Føroyum har Aðalskrivarin við 3½ tíma skoðbrá legið fram sína frágreiðing . Ítøkiliga kom tá fyri dagin, at UEFA aftaná appel hevði strikað dómin og avsluttað málið við eini átalu – og at málið var liðugt frá teirra síðu. Ákærurnar snaraðu tá yvir á manglandi skjøl og manglandi kunning, sum Starvsnevndin tók undir við. Viðtøkan á fundinum var at Forsetin skuldi venda særskrivliga til UEFA at fáa váttan fyri at málið Aðalskrivaranum viðvíkjandi var endaliga avgreitt. Víðari vinarligt prát um hvussu komast kundi víðari við betri stevi endandi við avtalu um at hittast aftur longu týsdagin júst fyri at tosa víðari um ábøtur á samstarvið.
Men Forsetin fylgdi ikki viðtøkuni um at venda sær til UEFA.
Í staðin passaði hann Aðalskrivaran upp á Flogvøllinum mánamorgun – ávegis avstað í FSF-ørindum. Kravdi skjølini her og nú. Fekk noktandi svar við teirri grundgeving, at Aðalskrivarin væntaði at síggja skjølini aftur í fjølmiðlunum áðrenn málið var liðugtviðgjørt.
Aðalskrivarin kardi sína neyð fyri Starvsnevndarlimum, sum eftirfylgjandi sendu skrivliga áheitan á Forsetan um at geva honum arbeiðsfrið meðan málið gekk sína gongd. Hesa tilgongd hevur Forsetin skrivað sínar egnu Fundarfrágreiðingar um, har hann leggur Starvsnevndina undir at forða honum í at fáa manglandi skjøl í málinum útflýggjaði.
Viðmerkingar:
Starvsnevndin hevur ikki lagt forðingar í vegin fyri at kanna málið út í æsir:
Avgerðin hjá Starvsnevndini var hendan: Longu uppá tað fyriliggjandi í málinum, at geva Aðalskrivaranum eina harðliga átalu og ávaring. Fáa til vega frá UEFA øll skjøl í málinum áðrenn endaliga støðutakan. Um neyðugt seta uttanveltaðan kanningarstjóra á málið og fylgja hansara tilráðingum.
Forsetin vildi ikki víkja frá sínum kravi um, at Aðalskrivarin skuldi suspenderast grundað á at hansara tol við honum var uppbrúkt – ikki bara grundað á fyriliggjandi mál, men á tað mótspæl Aðalskrivarin hevur givið honum í longri tíð. Vil hava ein Aðalskrivara, sum ikki blandar seg.
Har lá støðan fastløst og hesaferð bakkaði Starvsnevndin ikki.
At “meirilutin” rýmdi av hesum seinasta starvsnevndarfundinum er ósatt og kann bara takast sum undanførsla fyri at loysa Starvsnevndina frá ávirkan á máli víðari fram og fyri at sleppa út í fjølmiðlarnar at viðgerða tað.
At “Starvsnevndin vildi ganga við til eina lítla átalu sum skuldi haldast loynilig” (form. Á RáS2 28.0ct.) er ikki rætt. Á fundinum varð tingast um at náa felags avgerð at senda út í tíðindaskrivi, og talan skuldi vera um harðliga átalu og ávaring.
Hvussu koma vit víðari?
Vit meta skilagott, at kallað er saman til fund við formenninar, men duga illa at skilja at málið varð lagt opið í fjølmiðlunum longu áðrenn avgerðandi Starvsnevndarfundin seinasta týskvøld. Hetta hevur skatt FSF í stóran mun, sum neyvan kann vera eitt endamál í sær sjálvum.
Vit eru framhaldandi opnir fyri loysnum á málinum, sum tæna føroyskum fótbólti best og vilja taka tykkara tilráðingar til eftirtektar.
29. okt. 2009
Magnus á Stongum
Rúni Heinesen
Karl Vidtfeldt
Niclas á Líðarenda
Niklas Davidsen




