Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Okkum tørvar gjøgnumskygni og innlit

John William Joensen

Tosaði við ein eldri mann fyri gott og væl 2 vikum síðani. Segði honum frá, at nú ætlaði eg at stilla upp til býráðsvalið.

Hann bara rysti við høvdinum og segði: "Noy,  ger ikki tað, tí polittikarar kann ein ikki taka í álvara. Helvtin teir siga kann ein ikki hava álit á og hina helvtina skal ein ikki lurta eftir".
Veit ikki nágreiniliga hví, viðkomandi var so skeptiskur. Kanska botnar tað í væntandi gjøgnumskygni og kunning í Klaksvíkar Kommunu?

Innlit krevst
Sum íbúgvi í Klaksvíkar Kommunu, skal tað vera ein sjálvfylgja, at fáa atgongd til alt tilfar, ið er um virksemi hjá kommunini. Tað verið seg, býráðsfundir, nevndarfundir, samskifti o.s.f. Tíðanverri má ein staðfesta, at rætturin til innlit, als ikki er nøktandi. Og alneyðugt er, at stig verða tikin í komandi valskeiði, sum tryggja íbúgvinum betri og lætt atkomuliga atgongd til viðkomandi tilfar.
Gjøgnumskygni og innlit er vegurin fram í einum opnum samanspæli ímillum Klaksvíkar Kommunu og íbúgvarnir. 

Tíð til nýhugsan
Verð við til at seta dagsskránna fyri tey komandi 4 árini. Set eitt umboð í býráðið, sum hevur áræði til at fremja broytingar, har onnur hálsa um.

Kristian Eli Zachariasen
Valevni sjálvstýrisflokksins