Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øksumaðurin framvegis leysur í Havn

John William Joensen

Politiið veit ikki enn hvør maðurin er, sum rann eftir einari kvinnu við øks á lofti í Havnartimburhandli í nátt

– Vit duga ikki enn at siga hvør maðurin er – men vit eru í løtuni í ferð við at kannað teknisku sporini í málinum.

– Tað er rættuliga óvanligt at innbrotstjóðar vísa slíka atferð og í løtuni eru vit eisini í ferð við at kannað hví støðan bleiv so álarslig.

– Kanningarnar higartil benda á at maðurin hevur havt øksina við sær tá hann breyt inn í handilin og framferðin hjá manninum er órógvandi.

– Kvinnan er sjálvandi hjartkipt av tilburðinum og tí raðfesta vit hetta málið sera høgt í løtuni, varð sagt av politistøðini í Havn fyri løtu síðan

Tilburðurin fór fram umleið kl. hávgun fýra í nátt.