Oktober er bróstkrabbamáni og skipar sjálvhjálparbólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum fyri ymiskum tiltøkum í oktober. Endamálið er at kunna um og varpa ljós á bróstkrabba.
Oktober er bróstkrabbamáni og skipar sjálvhjálparbólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum fyri ymiskum tiltøkum í oktober. Endamálið er at kunna um og varpa ljós á bróstkrabba.
Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum selur armprýði í oktober mánaði, sum Turið Mohr sniðgevi, hevur tilevnað. Armringurin er úr silvuri og sloyfan er forgylt við 14 karat gulli og kostar einans kr. 200,- Møguleiki verður m.a. at ogna sær armringin 25. oktober í Klaksvík, tá Treysti skipar fyri rennitiltakinum “Renn fyri bróstini”, saman við Bót til Bata.
Tær fimm kvinnurnar í Klaksvíkar Býráð, ynskja at verða við til at seta fokus á bróstkrabba henda mánaðin.
Kvinnurnar eru Herfríð J. Sørensen, Gunvá við Keldu, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, Signhild Johannesen og Óluva Elin Klettskarð.
Peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til gransking I bróstkrabba og til arbeiði í Bót til Bata.
Bólkurin Bót til Bata er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum, og er fyri kvinnur, ið hava ella hava havt krabbamein í bróstinum. Endamálið hjá bólkinum er at ráðgeva og stuðla kvinnum, sum fáa staðfest bróstkrabba.




