SF: Sum nakað nýtt hendan jubileums-festivalin verður øl at fáa mitt á Vágsbøi. Stendur tú til konsert við stórapall, verður túrurin at keypa øl ikki so møtimikil sum áður. Tað er kanska ikki so galið.

Framfýsnar broytingar eru til árliga Summar Festival. Nú verður lættari at fáa fatur á øl, ímeðan konsertirnar eru í gongd á Vágsbøi. Nú er ein øl-barr plasera beint á Vágsbø, dygst aftanfyri ‘tornið’.
Í fjør stóð tó ein tristur hjá Etika á Vágsbøi við øli, men nakað fjarskotnari enn hendan nýggja barrin.
Allarhelst ein broyting, sum ikki verður broytt aftur í bræði.