Tað var Óla Jákup Christiansen, ið fann grindina í Fuglafirði frá landi í morgun.
Tað var áðrenn kl. 7 í morgun, at grindaboð vóru. Grindin uppá 267 hvalir var sædd av landi og var tað Óla Jákup Christiansen, ið sá hana. Tá kl. var næstan 9 var mett at vera ráðiligt at fara inn á sandin í Fuglafirði við grindini. Sum skilst koyrdi sløkkiliðsbilurin runt í Fuglafirði og vakti fólk, sum lógu í fasta svøvni og ikki vistu av nøkrum. Kl. 10.30 vóru teir allar flestu hvalirnir deyðir.
Sum nevnt aðrastaðni koma seðlarnir út kl. 21.00 í kvøld fyri fólkið, ið luttók í drápinum.




