Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ólavsøkudystur: AB-KÍ 2-3 (1-2): KÍ var sannførandi hóast tepran sigur

Norðlýsið ÍTROTTUR

KÍ átti meginpartin av spælinum og skoraði til 3-1, áðrenn AB fekk loyvi at koma innaftur og redusera til endaliga úrslitið 2-3.

Tann eini ólavsøkudysturin var millum AB og KÍ, sum bæði eru botnlið í Formuladeildini í løtuni.

Samanumtikið var talan um eitt gott avrik frá KÍ, sum kundi havt vunnið dystin meira enn 3-2, sum úrslitið bleiv. Møguleikar vóru til fleiri mál.

Tað var tó AB, sum byrjaði dystin betur. Argjamenn vóru meira grammir, og tað gav eisini úrslit longu í áleið 12. minutti, tá Pætur Jørgensen skoraði. KÍ-verjan var eitt sindur trilvandi ta løtuna, og hetta gagnnýtti Allan Mørkøre við at senda ein góðan bólt innfyri til Pætur, sum skeyt í málið.

Men síðan komu KÍ-ararnir fyri seg, og KÍ tók hereftir yvir meginpartin av spælinum, burtursæð frá seinastu minuttunum í dystinum, tá AB slapp innaftur at trýsta KÍ.

Eitt nú hevði Paul Clapson tvey skot á stengurnar, og eisini vóru aðrir, sum høvdu málmøguleikar framman fyri AB-málverjanum.

Ta einu ferðina var sera nær við, tá Símun, sum í løtuni er sera grammur eftir málinum, skallaði, men málmaðurin jústaði uppum.

Tá umleið 20 minuttir vóru farnir, bragdaði hjá KÍ. Og mín sann, um tað ikki var afturkomni Kaj Ennigarð (eftir drúgvan skaðasteðg), sum gjørdi hetta málið eftir hornaspark, har hann fangaði ein leysan bólt. Máltevið er ikki farið – tað er gott at fáa staðfest beinanvegin. Takk fyri Kaj !!

KÍ legði seg eisini framum áðrenn hálvleikssteðgin.
Paul Clapson tamdi bóltin væl og spældi útfrá til Gunnar Nielsen, sum á brotsteigarmarkinum smekkaði í málið til 2-1.

Hetta var hálvleiksstøðan.

Atli Danielsen, sum aftur hjálpti KÍ hendan dystin, var í fyrra hálvleiki komin inn fyri Jan Andreasen, sum hevði fingið reytt kort frá Petur Reinert dómara. (Talan var um vinardyst, so dómarin loyvdi liðunum at seta aðrar leikarar inn fyri teir, sum eventuelt fóru at fáa reytt kort.)

Atli varð spældur úti í høgru síðu, har hann dróg fram við einum leikara, áðrenn hann úr spískum setti bólti í málið. Eitt gott mál av okkara manni í Frem.

KÍ varðveitti trýstið og kundi havt skorað til 4-1, men ímóti endanum slapp AB upp í part aftur, og aftur var Allan Mørkøre upp á spæl, tá hann hesaferð sjálvur skoraði til endaliga úrslitið 2-3. 

KOYR Á KÍ !!!

Harleywoodpaint