Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ólavsøkudysturin KÍ-HB: Bymar skoraði í fyrsta dystinum

(
John Færø)

Longu í fyrsta dysti sínum fyri KÍ eydnaðist tað nýggja áleyparanum, Jacob Bymar, at skora. Hetta var í Ólavsøkudystinum ímóti HB, sum eisini hin nýggi belgiski KÍ-leikarin, Kenny van Hoevelen, kom væl frá í miðverjuni, hóast hann fekk reyða kortið í seinna hálvleiki fyri at brúka neyðbremsuna.

Stóra skýlið við ovara vøll í Gundadali var rættiliga væl fylt, harav ein stórur partur vóru klaksvíkingar, sum vóru forvitnir at síggja styrkta KÍ-liðið, nú summarsteðgurin er av.

KÍ hevur nevniliga styrkt sær um liðið síðani fyrru hálvu.

Fyri nøkrum døgum síðan kom nýggjur danskur áleypari frá suparligaliðnum hjá Esbjerg. Tað er 21 ára gamli Jacob Bymar, sum frammanundan var partur av suparligahópinum hjá liðnum í Esbjerg.

Hin nýggi leikarin hjá KÍ er 20 ára gamli belgiumaðurin Kenny van Hoevelen, sum júst hevur gjørt avtalu við felagið. Sí aðra grein um hetta her á Norðlýsinum.

Hesir vóru báðir við á KÍ liðnum í stevnudystinum millum HB og KÍ Ólavsøkuaftan.
Eftir vanliga leiktíð var støðan 3-3 og síðani var farið til brotsspørk fyri at  avgera dystin.
Eingin KÍ-leikari misnýtti úr 11 metrum, meðan Karstin Joensen (sum vanligt) bjargaði tí næst seinasta brotssparkinum hjá HB. Harafturat fór teirra síðsta brotsspark á yvirliggjaran og út. Sostatt vann KÍ Ólavsøkudystin.

Tað vóru næstan bara leikarar úr Klaksvík, sum skoraðu í hesum dystinum, tið Rógvi Jacobsen skoraði tvey av málunum hjá HB.

HB tók leiðsluna tíðliga við einum málið av Rógva. Tað var eitt fríspark, sum ein av donsku leikarunum hjá HB, Carsten From, skeyt frá brotsteigarmarkinum. Karstin blokeraði skotinum væl, men retururin fór út til Rógva, sum skoraði.

Stutt eftir hetta javnaði KÍ við einum skallara frá antin Ova Nysted ella Símuni Joensen. Sambært ÚF var tað Ovi Nysted.

Síðani gjørdi tann nýggi danski áleyparin hjá KÍ, Jacob Bymar, eitt sera flott mál, ið vakti ans við vøllin.
Hann fekk ein bólt úr høgru síðu frá Ova Nysted og fintaði síðani málmannin at fara til sína vinstru síðu. Bymar lat síðani bóltin rulla millum beinini, og brúkti sín høgra hæl til at senda bóltin fram við høgru síðu av málmanninum.
Eitt sera flott mál, og óiva er tað eisini ein lætti fyri hendan nýggja áleyparan hjá KÍ, at hann longu nú hevur skorað fyri KÍ.

Tíðliga í seinna hálvleiki fór Hjalgrím eftir bóltinum í brotsteiginum hjá HB, har hann varð feldur av HB-málmanninum, og dómarin var ikki seinur at bríksla fyri brotssparki.
Hjalgrím tók sjálvur brotssparkið, sum Bárður Johannesen in HB-málinum bjargaði í fyrsta umfari, men retururin fór útaftur til Hjalgrím, sum síðani skoraði.

Nakrar minuttir seinni varð ein av HB-áleyparunum feldur inni í brotsteiginum hjá KÍ, og dómarin dømdi brotsspark til HB.
Rógvi skeyt, men Karstin Jeonsen bjargaði skotinum. Rógvi fekk síðani returin, akkurát sum Hjalgrím nakrar fáar minuttir frammanundan, men hesaferð gjørdi Karstin eina fantastiska seinni bjarging, tá hann frá at liggja nakað til sína vinstru lið leyp upp sum ein tikari og tveitti seg til hina síðuna og blokeraði eisini seinnu skotroyndina hjá Rógva.

Framvegis var støðan 3-1 til KÍ, og tað sá væl út, men síðani fekk dysturin eina aðra vend, tá umleið 20 minuttir restaðu.
Fyrst varð Harley sendur av vølli eftir samanstoyt við HB-leikara, og síðani varð tann nýggi belgiski leikarin, Kenny van Hoevelen, eisini vístur út. Dómarin metti hann at gera eitt sonevnt professionelt fríspark ímóti einum av HB-áleyparunum
Nú vóru KÍ-leikararnir einans 9 á vøllinum, og hetta førdi til eitt stórt trýst á KÍ málið, sum eisini gav úrslit hjá HB.
HB fekk 2 mál hesa løtuna, men sum nevnt vann KÍ brotssparkskappingina eftir dystin.

KÍ byrjaði dystin við hesum leikarum: Karstin í mál, Niclas Niclasen og Kenny Van Hoevelen í miðverjuni, Harley høgri bakkur, Símun Joensen vinstri bakkur, Leon Bjartalíð og Jan Andreasen mitt á miðvøllinum, Eyðun Klakstein vinstri miðvøllur, Arnold Joensen høgri miðvøllur, Ovi Nysted og Jacob Bymar áleyparar.

Avtalað varð undan dystinum, at meginparturin av KÍ-hópinum skuldi sleppa á vøllin í hesum dystinum. Tí vórðu nógva útskiftingar. Leikarar, sum komu inn, vóru: Hjalgrím Elttør, David Bertholdsen (ein yngri beiggi Harley), Fríðin Ziskason, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Allan Joensen, Jan Joensen.

Alexander Djordjevic er framvegis ikki heimafturkomin til Klaksvíkar.

Harleywoodpaint